Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hervør Pálsdóttir: Vit kunnu ikki venda blinda eygað til

Lesarabrøv, Politikkur | 29/05-2020 14:00
Á myndini: Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

Eingin myndugleiki hevur yvirskipaða ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Sostatt eru heimleys ikki einans heimleys. Tey eru eisini heimleys í tann mund, at tey ikki veruliga hava nakran myndugleika at venda sær til. Tað sigur Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

- Tað mugu vit broyta. Í øllum okkara grannalondum er myndugleikaábyrgd av heimleysum sett, sum hevur við sær, at myndugleiki er at hjálpa teimum, ið enda á gøtuni. 

Løgtingið fekk í gjár og í dag høvi til at taka ábyrgd av heimleysum og taka støðu um uppskotið um myndugleikaábyrgd av heimleyum. Onnur viðgerð var í gjár (27. mai), og upprunaliga skuldi atkvøðast um uppskotið tá. Men tá á stóð, so var tingið ikki viðtøkuført, tí einans 16 tingfólk vóru til staðar. Tí hava vit atkvøtt í dag, og tíverri feldi samgongan uppskotið.

Vit hava ofta lyndi til at skapa eina glæstrimynd av Føroyum. Her hava øll tað gott, og eingin líður neyð.  Men soleiðis er støðan altso ikki. Vit hoyrdu í tíðindunum herfyri, at á B6 á Landssjúkrahúsinum merkja tey javnan avleiðingarnar av, at ongin hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum. Tey hava havt sjúklingar liggjandi í upp til eitt ár, tí annars verða sjúklingarnir útskrivaðir í heimloysi. Sjúklingarnir eru “strandaðir” á sjúkrahúsinum og hava onki privatlív. Teirra “heim” verður ein sjúkrahússong og eitt borð – enntá onkuntíð úti á eini gong. Álvaratos, tað er ikki í lagi. Vit mugu hava varandi loysnir til okkara viðbreknastu borgarar. Vit kunnu ikki venda blinda eyga til heimloysi í Føroyum

Vit mugu eisini taka bústaðarneyðina í álvara. Vit hava nógvar borgarar, ið ikki finna bústað, ið tey hava ráð at gjalda. Mong mugu flyta av landinum, tí tey í ov langa tíð hava búð í fyribils bústøðum. Fleiri búgva av náði hjá familju, vinum og kenningum. Tað vinnur eingin av. Uppskotið um at áseta myndugleikaábyrgd av heimleysum snýr seg um meira enn bara at byggja bústaðir. Tað snýr seg um ótolandi støðuna hjá mongum borgarum og um ein bústaðarmarknað, ið ikki er nóg fjøltáttaður og atkomiligur. At vera heimleys ella uttan støðugan bústað hevur eisini ringa ávirkan á børn. Tey hava ikki eitt trygt stað at vaksa upp í. Tey kunnu fáa keðiligt samband við síni foreldur. Og sannlíkindini fyri, at teirra lívsleið verður darvað, eru stór, serliga um fíggjarliga trupul kor eru partur av trupulleikanum. Vit eiga at bjóða øllum okkara børnum góðar sømdir og gera alt, vit eru ment, at tey ikki vaksa upp í heimloysi. Tað er ein av okkara týdningarmestu uppgávum. 

Føroyar eru ov ríkar, til at vit ikki kunnu veita heimleysum nøktandi hjálp. Føroyar eru eitt ríkt land, og ongin eigur at vera heimleysur. Vit mugu viðurkenna, at tryggur og góður bústaður er mannarættur. Tað hevur stóran týdning fyri børn, at tey hava eitt trygt og gott heim at vaksa upp í. Til tað krevst ein góður bústaður, og tað skylda vit okkara borgarum at taka í álvara.

- Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi