Norðsøki gjørt klárt til snellufiskiskap
Í dag verður kósin hjá Norðsøka æltandi sett móti Íslandi, har teir hava kvotu til nakrar túrar. Fimm mans eru við. Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin.
Sjómanstruboðarin, Thorleif Johannesen, hevur tosað við Tað brøðurnir, Finnbjørn og Hera Vang. Heri Vang er skipari, meðan Finnbjørn Vang er við onkran túr av og á.
-Norðsøki hevur verið á beding í Vági. Har var hann kálfatraður og málaður og so var annað gjørt við hann, sum klassin kravdi. Hann er í góðum standi, hóast hann óivað er elsta fullriknað skip í føroyska flotanum, ja, kanska í danska ríkinum, siga teir.
Hann er smíðaður í Holbæk í Danmark í 1942, er 61 brt, 21 metrar langur og 6,1 metrar breiður og hevur ein 360 kw. Mitsubishi motor.
- Tað hevur gingist væl við útróðrinum seinastu árini, so tað er hugaligt at vera útróðramaður, og vit vóna, at íslandstúrarnir eisini fara at vignast væl, sigur Heri Vang, sum var spentur at sleppa avstað.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá teir. Tíð var eisini til bøn og “Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!”
Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur