Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Dansistovan í Funningi skal setast í stand

Innanlands, Myndarøðir | 14/06-2020 12:00

Borgarstjórin, saman við Allan Norðgerð, TD, Jónfinn Thomsen, advokati, og Sámal Petur Petersen, í Hoygarðinum, hava verið og hugt at dansistovuni, til tess at leggja ein slagplan fyri hvussu fram skal farast í endurbyggingini.

 

Dansistovan hevur ongan góðan átt í eina tíð, í nøkur ár, tá er skjótt fyri, at tað stendur um ein iva, um húsið skal takast niður ella umvælast. Runavíkar kommuna játtaði 2 hundrað túsund krónur á FÆ2020 til tess at bøta um dansistovuna. Húsið eigur seg sjálvt, ella eigur bygdin. Formalia, eigaraviðurskiftunum viðvíkjandi, skal fáast í lag, og í tí sambandinum var ein borgarafundur ætlaður í bygdini, men eisini hesum forðaði corona fyri. Hesin verður kortini í næstum.

Í dag hava borgarstjórin, Allan Norðgerð, TD, Jónfinn Thomsen, advokatur, og Sámal Petur Petersen, í Hoygarðinum, verið og hugt at dansistovuni, til tess at leggja ein slagplan fyri hvussu fram skal farast í endurbyggingini.

Sámal var í Útvarpinum farna vetur og tosaði við Jóhann Mortensen um føroyskan dans og danistovuna. Sendingin finst á alnótini (www.kvf.fo).

Ein annar, sum hevur skrivað um dansistovuna, er Jákup Símun Simonsen í Hoyvík. Mamman var úr Funningi og hansara ískoyti einaferð seinasta heyst var soljóðandi:

"Nú tað á øðrum tráði hevur verið skrivað nakað um søguna hjá Dansistovuni í Funningi, so gjørdi eg mær tann ómak at spyrja morbróður, Jógvan Pætur Jacobsen, sum var ein av stigtakarunum, hvussu hann mintist upprunan til Dansistovuna í Funningi. Jógvan Pætur er nú vorðin 87 ár, so hann sigur seg ikki minnast alt. Vit geva Jógvani Pæturi orðið:

“Funningur var nýggjársbygd og vanliga dansaðu vit hjá Sáru. So varð prátað millum okkum ungdómar um at fara undir at byggja eina dansistovu. Poul Eide var oddamaður at fáa hetta í lag. Fundur varð hildin – um hann var inni onkustaðni ella bara í túninum - minnist eg ikki. Minnist meg rætt vóru vit 12 stigtakarar/ánarar og vóru sum eg minnist: Poul Eide, Jógvan Sofus, Petur Sofus, Svenning, Hans og Sonni, Petur Eivind og Johannus undir Reyni, Sofus, Petur Jakku úti á Bø, Petur Andrew og eg sjálvur.

Vit guldu 56,00 krónur hvør. Grundøkið fingu vit frá Líðarhelvtini fyri onki. Tilfarið varð bílagt frá D.P. Højgaard og lótu teir sementi fyri onki sum stuðul. Vindeyguni fingu vit úr gamla skúlanum. Nakað av kostnaði kom afturat, tá vit keyptu ljós til dansistovuna.

Sandin fingu vit til vega niðri á Sandi og reiddi eg allan sandin niðan av Høguhellu við hestinum hjá abba (Osvaldi Jacobsen). Hetta var ein fittur og góður hestur, brúnur á liti. Tað var soleiðis, at pápabeiggi mín, Jóhannus Jacobsen, ið seinni varð skómakari í Fuglafirði, vann eina ryssu á einum lutaseðli. Hendan ryssan folaði ein hest inni Millum fjarða. Tað var við tí hestinum eg reiddi sandin.Hann var av tí gamla føroyska rossaslagnum. Vit brúktu hann í torvi inni á Dølum og eisini reiddi eg sandin niðan til grundina hjá Frederiki við honum.

Eg meini at Dansistovan varð liðug til nýggjársdansin í 1950. Tað var soleiðis, at Fía á Reyninum var farin til gravar nýggjársdag. Ervið varð hildið hjá Julionnu og í øðrum húsum. Avbygdafólkið varð boðið til morgunmat og døgurða og bygdafólkið til kaffi og køkur. Tá so ervið var liðugt var farið í Dansistovuna. Nógv fólk vóru komin frá Gjógv og dansurin slitnaði ikki aftur fyrrenn á morgni. Í Funningi vóru góðir kvøðarar.

Ungfólkini í bygdini spældu eisini sjónleik í Dansistovuni. Eg minnist vit spældu sjónleikin Jeppi á Fjallinum. Vit spældu sjónleik fyri at samla pening til urgu til kirkjuna. Vit spældu leikin oftani og tað komu fólk frá Gjógv, av Eiði og úr Sundalagnum til sjónleik í Dansistovuni. Tað man hava hilnast, tí eftir tað kom urga í kirkjuna.

Hetta var so tað eg mintist – kanska okkurt kemur fram afturat seinni “ endar Jógvan Pætur samrøðuna."

Jógvan Pætur er nú farin í annað ljós.

 

Tað skrivar Tobbi á facebook, sum eisini eigur myndirnar.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi