Vísindavøkan verður í november
Vísindavøkan, sum eftir ætlan skuldi vera tann 25. september, er flutt til 6. november.
Hetta er orsakað av korona, sum hevur órógvað fyrireikingarnar, og síðani av øllum útsettu tiltøkunum, sum nú skulu haldast í september.
Tað er sannlíkt, at Vísindavøkan verður skipað nakað øðrvísi í ár orsakað av tørvinum á frástøðu og tí at hon liggur seinni á heystinum.
Tað er longu greitt, at evnið á Vísindavøkuni verður korona. Framløgur fara at vera í Kongshøll, og Kringvarp Føroya fer at taka hesar upp og senda tær í sjónvarpinum í vetur. Vísindavøka fer á ferð og eitt Vísndavøkublað kemur út, men hvat annað verður á skránni valdast umstøðurnar í november, og meira verður at frætta um Vísindavøkuna tíðliga í heyst, stendur á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur