Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Nú er Ólavur Ellefsen stjóri í Nemlia og kapitalurin verður hækkaður

Innanlands, Vinnulív | 23/06-2020 11:50

Felagið hevur higartil virkað undir navninum TechCare, men av tí at fleiri aðrar fyritøkur úti í heimi hava sama navn, varð avgjørt at finna eitt nýtt.

3 milliónir afturat til føroyska eldratøkni-fyritøku

Føroyska tøknifyritøkan Nemlia boðar í dag frá, at høvuðspartaeigararnir - Varðin Invest og Christian í Grótinum - seta tríggjar milliónir afturat í felagið.

Nemlia framleiðir tól og forrit til umsorganarøkið, og hevur saman við eitt nú Norðoya Bú- og Heimatænastu, Roðanum og Heimatænastuni í Vágum gjørt drúgvar royndir at bøta um lívsgóðskuna hjá teimum eldri.

Seinastu tvey árini eru góðar 10 milliónir krónur settar í felagið, og nú er ætlanin at fara út í heim við heilsutøkniligu loysnunum.

Nýtt navn

Felagið hevur higartil virkað undir navninum TechCare, men av tí at fleiri aðrar fyritøkur úti í heimi hava sama navn, varð avgjørt at finna eitt nýtt.

Valið fall á Nemlia. Tað er makaleyst, stutt, lætt at siga, lætt at stava og riggar uttanlands.

Nemlia er akkurát, nevniliga, júst tað, sum við tøkni ger tað møguligt hjá eldri at liva lívið til fulnar.

Nýggj hølir

Seinastu gott tvey árini hevur felagið havt skrivstovu á Hugskotinum á Vestaru Bryggju, men er nú vaksið úr íverksetaraumhvørvinum og er flutt í egin hølir í Niels Finsensgøtu 16 í Havn, beint við Steinatún. Framleiðslan hjá felagnum er við Gøtugjógv. Níggju fólk arbeiða hjá Nemlia.

Nýggjur stjóri

Samstundis sum at kapitalurin verður hækkaður, er Ólavur Ellefsen settur stjóri í felagnum. Hann hevur drúgvar royndir sum íverkseti, og hevur saman við øðrum stovnað millum annað telefelagið Kall, skeiðsfyritøkuna Simprentis, taraalifelagið Ocean Rainforest og KT-fyritøkurnar VIT, Klintra og Tøkni. Hann er stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya og nevndarformaður í Globe Tracker og Klintra.

Stjórin seinastu tvey árini, Brian Bischoff, er farin í annað starv, men verður framvegis knýttur at Nemlia. 

Nevndarformaður í Nemlia er Pál Weihe. Hinir í nevndini eru Joel undir Leitinum, Jan Petersen, Súni Schwartz Jacobsen og Peer Bentzen.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi