Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Danska Fólkatingið samtykt nýggja veðurlagslóg

Uttanlands | 23/06-2020 15:00

Ein stórur meiriluti í danska Fólkatinginum hevur loksins samtykt eina nýggja veðurlagslóg, sum m.a. hevur við sær tvær orkuoyggjar umframt at leggja upp til at seta í gildi nýggja skattaskipan, sum eisini fevnir um CO2 avgjald. Tað skrivar Oljan.fo

Bert Nye Borgerlige, tekur ikki undir við avtaluni. Allir hinir flokkarnir standa aftanfyri avtaluna.

Eitt nú eru donsk reiðarí, sum eiga umleið 200 skip, ið arbeiða á vindmylnuøkinum, sera fegin og síggja fyri sær mong nýggj arbeiðspláss eisini. Henda semja fer at skapa vakstrarmøguleikar.

Fyri at røkka málinum um 70% minking í CO2 útlátinum í 2030 verður mett, at útlátið skal minkast við 19 mió. tonsum. Við nýggju avtaluni ber til at minka tað við 3,4 mió. tonsum, sum er væl meira enn stjórnin legði upp til, sum var 2 mió. tons.

Eisini er frøðin stór hjá andstøðuflokkum og stuðulsflokkum hjá donsku stjórnini, nú tekin eru til eina nýggja skattaskipan við CO2 avgjaldi. Hetta hevur fylt sera nógv í danska orkukjakinum seinastu tíðina.

Avtalan, sum stór undirtøka er fyri, verður nevnd, "Veðurlagsavtala fyri orku og ídnað 2020” og fevnir m.a.um:

Eina nýggja, grønari skattaskipan, sum inniheldur eitt CO2 avgjald.

Danmark fer undir at seta á stovn tvær sonevndar orkuoyggjar innan 2030, sum eru uppá 5 gigawatt tilsamans. Onnur verður nærhendis Bornholm, og hin verður í Norðsjónum. Haraftrat verður stovnsetan av havvindmylnulundini við Hesselø uppá 1 gigawatt framskundað. Hesi íalt 6 gigawattini av havvindi eru tríggjar ferðir so nógv sum núverandi framleiðslan av havvindi í Danmark.

Orkuoyggjarnar skulu seinni kunna bindast í tøkni, sum goymir og umger grøna streymin til grøn brennievni. Hetta slagið av tøkni verður kallað “Power-to-X”.

Avtalan fevnir eisini um stig, sum skulu fáa ídnaðin at gerast meira grønur eitt nú við elektrifisering og orkueffektiviteti og meira biogassi.

Olja og gass skulu úr skipanini. Ístaðin skal grønur fjarhiti brúkast ella elriknar hitapumpur. 

50 mió. krónur skulu brúkast til løðustøðir, men eisini til tungan flutning og ferjur.

Einki verður annars nevnt um komandi útbjóðingina til leiting á danska landgrunninum, nakað, sum stuðulsflokkarnir hjá minnilutastjórnini hava kravt skal vera partur av avtaluni. Stjórnin hevur áður sagt, at hon kannar, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri samfelagið og búskapin, um avgerð verður tikin um at steðga útbjóðingini. 

Tað skrivar Oljan.fo


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi