Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Fyrsta Frøði í ár komið

Tíðindaskriv | 03/07-2020 21:00

Sjey vitandi høvundar hvør á sínum øki skriva hesaferð hugtakandi greinar um viðkomandi og áhugaverd evni. Evnini taka víðan sveip frá forkunnugum plantuvøkstri, nýggjum svimjandi gestum og greining av nátaeggum til týdningin at halda eftirlit við laksalúsatølum, aftur í tíð til Føroyinga søgu, til føroyskar kvinnur í Keypmannahavn í 19. øld og fram aftur í nútíðina til grundarlagið undir 21. aldar førleikakrøvum í undirvísing.

Laksalúsin kostar alivinnuni hundraðtals milliónir. Í grein um, hvussu vinnan kann tálma lúsini, hava Tróndur J. Kragesteen og aðrir granskarar við einum myndli funnið fram til, at alibrúk í einum alinetverki, har samband er ímillum alibrúkini, forvinna mest við at nýta eitt lutfalsliga lágt viðgerðarmarkvirði. Hinvegin forvinnur eitt avbyrgt alibrúk mest við at snýta og nøra at sær sjálvum við einum lutfalsliga høgum viðgerðarmarkvirði. 

Tað er ikki vanligt at finna nýggjar plantur í Føroyum, men í 2018 kom Jens-Kjeld Jensen fram á Ósasev í Hvalba. Ósasev er helst ikki nøkur nýggj planta í Føroyum, men eingin hevur áður givið sær far um hana. Vit kenna nú 11 sløg av sevi í Føroyum. Ósasev vaksa m.a. í grannalondunum Íslandi og Stórabretlandi umframt í hinum Norðurlondum. 

Seint í 1800-talinum fóru fleiri ungar kvinnur til danska høvuðsstaðin. Tær tóku av møguleikanum at koma burtur úr heimbygdini at uppliva nakað annað. Hagtøl fyri tíðina um aldaskiftið vísa, at kvinnur vóru longu í meiriluta millum føroyskar útisetar í Danmark í 1901. Lív S.A. Simonsen skrivar upplýsandi grein um, hví føroyskar kvinnur valdu stórbýin. 

Í 2017 frættist, at sílaveiðufólk høvdu fingið fimm kúlulaksar, og seinni eru fleiri funnir. Orsakað av økta títtleikanum av kúlulaksi í Føroyum heitti Havbúnaðarfelagið á Fiskaaling um at kanna hetta fyribrigdið nærri, serstakliga fyri at vita um tað bendir á, at kúlulaksurin gýtir í Føroyum. Kirstin Eliasen og Unn Vagnsdóttir Johannesen skriva um kúlulaks og hesa verkætlanina.

Talgilda frambrotið, vit hava upplivað farnu árini, hevur flutt  skúla og samfeløg frá læringardiskursinum, sum eyðkennir eitt ídnaðarsamfelag, til ein diskurs, sum eyðkennir vitanarsamfelagið. Vár í Ólavsstovu skrivar um, at hetta paradigmuskiftið frá formligari faktavitan til førleikar at viðgera fakligar spurningar er grundarlag undir 21. aldar førleikakrøvunum, sum serliga OECD og Unesco brúka sum leiðvísara til eftirmetingar og tilrættislegging av framtíðar undirvísing. Hon nevnir m.a., at lívlong læring og dygdarundirvísing til allar heimsins borgarar eru hornasteinur í altjóðagjørda framtíðarsamfelagnum. 

Nátar verpa vanliga bara eitt egg, men tað kemur fyri, at tvey egg verða funnin í nátareiðrum. Hetta hevur reist fleiri spurningar um nøringina hjá náta. Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen skriva um tvær mótstríðandi frágreiðingar upp á hesar óvanligu tví-eggja urptirnar.  

Andras Mortensen viðger Føroyinga søgu sum keldu og nevnir, at Føroyinga søga sum søgulig kelda er avbjóðandi, tí frásøgnin er tíðarskeiv og at partar av henni tí eru ósannir. Eitt nú meta søgufrøðingar, at karmarnir fyri tí lýsta slagnum av skattainnkrevjing undir leiðslu av sýslumonnum ikki skaptust fyrr enn seinni. Ósonnu pettini eru m.a. um, hvussu Tróndur í Gøtu vann sær ríkidømi á marknaði á Háloyri og um uppvøksturin hjá Sigmundi Bestissyni og Tóri Beinissyni í teimum norsku skógunum. 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi