BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda bíbliu- tónleikaferðin
Tað hevur verið nakað av iva orsaka korona, um Bíbliu- og Tónleikaferðin verður gjørd, men nú hava samskipararnir avgjørt, at ferðin verður gjørd. Men orsaka korona verða avmarkingar í luttakaratalinum, sum er sett til 100 luttakarar.
Inntil nú eru 40 luttakarar meldaðir til ferðina, og tí verður heitt á tey, sum ynskja at koma við at siga frá á Smyril Line skjótast gjørligt.
Túrurin í ár er nr. 10. Undirtøkan hevur verið góð á øllum túrunum, og prísurin hevur verið nøktandi, har allar máltíðirnar altið hava verið íroknaðar. Í ár er prísurin 1.995 krónur, og tá er morgunmatar- og kvøldbuffé íroknað allar tríggjar dagarnar.
Aftur í ár verður lýst við eini Bíbliu- og Tónleikaferð, har bæði bíbliutímar, fyrilestrar og tónleikur verður at hoyra. Tað verða Rógvi Joensen og Poul Færø, báðir úr Klaksvík, sum koma at hava bíbliutímarnar umborð. Elsa Djurhuus kemur at greiða frá sínum lívi við atliti til Zarepta, og MC Restorff kemur at greiða frá Grønlandsferðunum hann hevur gjørt við Juvél II.
Aftur í ár verður tað MC, sum kemur at standa fyri tónleikinum. Afturat honum verða Oasubrøðurnir, Svein í Prestgarði og Jóannes S. Hansen úr Runavíkini.
Farið verður av Havnini sunnukvøldið 16. august kl.23:30 og komið verður aftur á Havnina mikukvøldið 19. august kl.18:30
Tilmeldingin er byrjað og fer fram á Smyril Line tlf: 345900 ella t-post: booking@smyrilline.fo Tá tú biður um ferðaseðil skalt tú viðmerkja , at tað er til Bíbliu- Tónleikaferðina. Ferðin kostar 1.995 krónur, tá er alt íroknað!
Um ein ynskir at vita meira um ferðina er ein vælkomin at ringja til Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar tlf: 228314 ella Martin Dam Joensen, Smyril Line tlf: 235920.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/ poul jóhan djurhuus
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Portal.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Kokkurin er færeyingur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Petur Oluf Hansen - pionerur

Tunnilsgjald

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Dúvugarðar

Ein brokkmanslestur.

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Sjey nýggir býráðslimir

Hestur aftur gloymd

Stroyming av jarðarferð 19. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











