Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Kommunala Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at semjan er góðkend

Innanlands, Vinnulív | 06/07-2020 19:00
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fegnast um, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum loksins góðkendi semjuna við Starvsmannafelagið. 

- Tað hevur stóran týdning fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at semjan bleiv góðkend, tí talan er um sera prinsipielt mál í mun til bæði kommunala samráðingarrættin og kommunala sjálvræði, sigur nevndin.

Nevndin í felagnum fegnast um, at allar kommunur í landinum hava staðið saman um, og stuðla felagnum í hesum sera týdningarmikla og prinsipiella máli – og ikki minst fegnast tey um, at starvsfólkini, sum starvast hjá kommununum nú verða eins lønt og tey hjá landinum.

Semjan, sum varð undirskrivað tann 3. juni í ár varð gjørd við støði í semjuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fyri somu starvsfólk í starvi hjá landinum. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir góðkenningina at verða eina staðfesting av, at semjan leyk lógarinnar krøv. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur vísandi til kommunustýrislógina tryggjað limunum hjá Starvsmannafelagnum framhaldandi samsvar millum lønirnar hjá hesum starvsfólkum - líka mikið um tey eru í starvi hjá landinum ella kommununum, so er teimum tryggjað javnt alment lønarlag. 

Nú landsstýrismaðurin hevur góðkent semjuna, og harvið staðfest sjálvstøðuga samráðingarrættin hjá kommununum, verður ikki neyðugt at royna málið í Føroya Rætti.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er og hevur alla tíðina verið fullgreið yvir óvissu búskaparligu støðuna í landinum í kjalarvørrinum av korona. Felagið tekur støðuna í størsta álvara - og hevur m.a. gjørt 1 ára sáttmálar grundað á óvissu búskaparligu útlitini. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir seg eisini hava tillagað samráðingarnar til gongdina í samfelagnum. 

Nevndin sigur, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í hesum sambandi fer at taka samskifti upp við partarnar á arbeiðsmarknaðinum - eisini Fíggjarmálaráðið - um gongdina í búskapinum og ávirkanina hendan hevur á víðari samráðingarnar. Partarnir mugu seta seg saman at umrøða støðuna og skapa eina felags fatan av víðari samráðingunum., sigur nevndin í felagnum.

Samráðingarnar á kommunala arbeiðsmarknaðinum halda fram, tá fundir eru avtalaðir við bæði Maskinmeistarafelagið og Heilsurøktarafelagið í vikuni, sigur Annika Olsen forkvinna, vegna nevndina í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi