Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Koronologiskur filmsfestivalur hjá Tjóðpallinum

Innanlands, Mentan | 07/07-2020 17:00

Tjóðpallurin skipar fyri filmfestivalinum Koronologar í hesum døgum.

Koronologar 2020 eru 19 stuttfilmar, sum eru sprotnir úr koronutíðini á eini tvørlistaligari verksmiðju hjá Tjóðpallinum við 10 rithøvundum, 10 palllistafólkum og 4 fotografum. Filmarnir verða frumsýndir á netinum annanhvønn dag klokkan 20.00. Fyrstu sjey filmarnir eru longu tøkir. 

Tá korona brádliga forðaði fyri øllum vanliga virkseminum, valdi Tjóðpallurin í staðin eina øðrvísi verkætlan og setti ymsum listafólkum stevnu við avbjóðingum, sum bróta frá teirra vanliga arbeiðshátti. Rithøvundar, sum eru vanir at skriva stuttsøgur, yrkingar o.a., hava skrivað einarøður til pall, sum leikarar, ið einamest hava framført á palli fyri áskoðarum, hava tulkað og framført framman fyri myndatóli, og myndatakararnir hava loyst spennandi uppgávuna at samantvinna palllist og filmslist.

Stjóri á Tjóðpallinum, Jenny Petersen, sigur, at:

- Endamálið við verkætlanini hevur verið at brúka hesa óvandu støðuna til at flyta okkara egnu mørk og skapa okkurt nýtt og óvæntað, og tí hevur hetta verið ein spennandi og lærurík avbjóðing hjá okkum øllum, sigur Jenny Petersen.

Koronologar 2020 snúgva seg allir, so ella so, tematiskt um korona, og eru sostatt ein løtumynd av, hvørjar hugsanir og hugskot listafólkini hava júst nú. Sostatt er hetta eisini eitt slag av listaligari dokumentatión av einum søguligum tíðarskeiði. 

Annfinnur Heinesen, sjónleikari og leikstjóri, sigur:

- Vit vóna, at hyggjararnir fáa eina áhugaverda og fjølbroytta uppliving bæði viðvíkjandi listaliga innihaldinum, og søgunum og støðunum, sum verða lýst, sigur Annfinnur Heinesen, sum eisini er ein av stigtakarunum til verkætlanina.

Koronologar 2020 eru at síggja á heimasíðuni hjá Tjóðpallinum: tjodpallur.fo/koronologar-2020 - umframt á Facebook og YouTube.


Lagt út: Sissal G. Magnussen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi