Árið ið fór - Juli: P/F Christian í Grótinum hevur í dag undirskrivað sáttmála um bygging av uppisjóvarskipi
Nýggja skipið er sniðgivið av Karstensen skipasmiðjuni í Skagen, sum eisini stendur fyri byggingini. Skipið verður eftir ætlan handað P/F Christian í Grótinum í januar 2022. Byggikostnaðurin verður umleið 300 mkr.
Nýggja skipið, M/S Christian í Grótinum, verður slakar 90 metrar langt og 17 metrar breitt. Skipið hevur 16 RSW tangar, sum tilsamans fara at rúma 3.550 m3. og skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski.
Fyri at minka um umhvørvisligu ávirkanina, verður øll útgerðin til nýgga skipið vald við umhugsni. Endamálið er at tryggja bestu góðsku, samstundis sum útlátið verður minst møguligt. Sniðið á skrokkinum ger, at hann gevur minst møguliga mótstøðu undir sigling. Tað skrivar Nordlysið í dag TRYST HER og les alla greinina https://nordlysid.fo/tidindi/65627/nyggjur-christian-i-grotinum
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur