Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

SALT letur matstovu upp í nýggjum hami

Innanlands | 09/07-2020 09:00

Leygardagin, 11. juli kl. 11.00 letur matstovan í SALT upp í nýggjum hami. Í matstovuni kanst tú njóta eitthvørt leskiligt, samstundis sum at tú kanst njóta tað sjáldsama góða útsýni út yvir Trongisvágsfjørð.

Nógv fólk ferðast til Suðuroyar í summar, og vit gleða okkum til at taka ímóti bæði ferðandi og fastbúgvandi, og at bjóða tykkum eitthvørt gott og leskiligt undir góman.

Opið verður hvønn dag millum kl. 11 og 18.

Lokal list í SALT
Frá 18. juli til 23. august verður spennandi listaframsýning á skránni, tá lokal listarfólk úr Suðuroy fara at sýna fram. Enn er møguligt at melda seg til sum framsýnari. 

Í dag 9. juli - Fólkatónleikastevnan
Hósdagin 9. juli fara Ragnar Finsson, Leiðland, The Crowberry Band og Spælimenn á pall í SALT.
Bæði Ragnar og the Crowberry Band hava verið nógv at hoyrt í útvarpinum.

Leiðland er ein spennandi nýggjur bólkur, mannaður við fleiri royndum tónleikarum. 

Spælimenn hava verið virkin í Føroyum nú í 45 ár. Tey spæla siðbundnan og nýskrivaðan fólkatónleik á violin, floytu, klaver, gittar, mandolin, harmoniku, bass vm.

12. juli - Jósef Zachariassen & Bárður Reinert Poulsen
Jósef Zachariassen er føroyskur klaverleikari og tónaskald. Afturat sær til hesa konsertina hevur hann Bárð Reinert Poulsen á bass.

Tað skivar SALT.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Patrik: "Eg var noyddur at venda TB bakið." (Hoyr samrøðuna)
Vónirnar um at fáa fatur í dreingi­num, vóru ikki góðar
NOVA úr Suðuroynni (48) - 16. sept. 2020
Vespureiðrið (151) - 14. sept. 2020
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Mette givið Fólka­tingi­num hagtøl um muslimsk brotsverk
Úr bandasavni­num: Samrøða við Havgrímur Gaasedal
Harry prinsur og Meghan Markle fáa ikki ókeypis verju í Kanada
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
MYNDIR: Kvinnu­renning í Hvalvík
Á Torginum 15. sept. 2020 - Samrøða: Malvina og Niels Absalonsen
Evropa aftur í ár 1 mió sýriskar muslimar úr Turkalandi?
California í streymloysi og ljósum loga av ‘grønum’ orkupolitikki
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 38)
Politiskur ruðuleiki við sama lag í Sudan
Bergur R Dam Jensen: Aftursvar til Anniku Olsen
Brandur í Dali: Snýr alt seg um pengar?
3 russar og 1 ukraini ákærdir fyri at hava dripið 298 fólk í flogfari
Maduro biður venezuelskar kvinnur fáa 6 børn í part
Janus skal skráseta staðarnøvn í Nes kommunu
Ragnhild og Christian ganga nýggjar leiðir
Luxembourg ger alla kollektiva ferðslu ókeypis fyri brúkarar
VIDEO: Í dag er eitt ár síðan B A og H skipaðu samgongu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi