Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Á Torginum 4. aug. 2020 - Samrøða: Betty og Jógvan við Keldu (uppt. sept 2010)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (145) - 3. aug. 2020
EvR
Kelduvaðið 2. aug. 2020: Jóhan við Neyst "Fyri Gudi er alt møguligt." - Orðið: "Eg vil syngja ein song"
Vespureiðrið
Vespureiðrið (144) - 27. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 26. juli 2020 - Tala: Símun Absalonsen "Ríkið sum ikki kann ristast"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 6. partur
EvR
Á Torginum 21. juli 2020 - Samrøða: Henrikka og Eivind Bringsberg (uppt. okt 2015)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (143) - 20. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 19. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Bjargaði mannalívum" og "Eitt orð um Zakeus." - Orðið: "Gud hevur tala"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 5. partur
EvR
Á Torginum 14. juli 2020 - Samrøða: Dagmar og Tommy Jacobsen (uppt. 2015)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (142) - 13. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 12. juli 2020 - Tala: Árni Joensen "Blóð Kristusar" - Orðið: "Frelst við trúgv eina"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 4. partur
EvR
Á Torginum 7. juli 2020 - Samrøða: Oluffa og Niels Andreasen (uppt. 2014)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 5. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Kristi Himmalferð og Lyfti Guds til Josva" - Orðið: "At vitna í orðið og verkið"
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Lýsing
Lýsing

Viðarlundirnar eru eitt prýði fyri kommununa

Innanlands | 10/07-2020 09:30

Í mong ár hava viðarlundirnar í kommununi verið nátúrlig savningarstøð fyri borgarar og vitjandi, ið ynskja at njóta eina friðsæla stund, burtur frá rokaliga gerandisdegnum. Viðarlundin í Trongisvági, “Plantasjan” nevnd millum tey lokalu, var leingi tann einasta, ið minti um veruligan skóg, men seinastu árini er viðarlundin við Sjúkrahúsið, eisini nevnd “Sjúkrahúsplantasjan”, vorðin ein sonn perla, mitt í býnum.

Tílíkt kemur ikki av sær sjálvum! Ikki fyri at gloyma teir/tey, ið plantaðu trøini í sínari tíð, so er tað fyrst og fremst dugnaligu starvsfólkunum í Teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu og Skógrøkt Landsins fyri at takka, at viðarlundirnar eru so prýðiligar sum tær eru í dag.

Jákup Leo, sáli, slóðaði undan, við sínum ótroyttiliga arbeiði fyri at fríðka um grønu økini. Nú, og tey seinastu árini, er tað serliga Don Terji Hentze ið saman við starvsfeløgum hevur staðið fyri arbeiðinum at viðlíkahalda og fríðka um viðarlundirnar.

Herfyri hittu vit Don Terja í “Plantasjuni”, til eitt prát. Visit Suðuroy hevði júst latið eitt kort prenta, ið vísir hvørji fuglasløg halda til í økinum. Prýðiliga skeltið er vorðið til eftir hugskotið og tilrættislegging frá Turið Vestergaard í Dali og Eyðfinni Magnussen. Vøkru tekningarnar hevur Astrid Andreasen teknað.
Eitt tað mest forvitnisliga við skeltinum, er ramman kring- og viðabulurin, ið settur er undir tað. Við stórum nærlagni hevur Don Terji tilevnað hetta burtur úr viði úr Plantasjuni. Viðurin kemur av trøum, ið farin eru í ódnunum, ið mangan herja kring oyggjarnar. Don Terji sigur, at sjálv talvan aftanfyri skeltið er frá einari ódn í 2011, ið fór sera illa við trøunum í Trongisvági. Tá vórðu mong trøð sagaði í stykkir, fylt í bingjur og send til Havnar, har Skógrøkt Landsins var so beinasom, at saga hetta í plankar og senda viðin suður aftur, so hann kundi nýtast til ymisk endamál. Viðabulurin undir skeltinum er frá einari ódn í 2019.

Don Terji er væl nøgdur við úrslitið, ið hann, eftir egnum hugskoti, fekk fríar teymar frá arbeiðsformanninum til at gera. Hann sigur, at á henda hátt kunnu trø, ið eftir eitt mannaminni hava verið noydd til at víkja fyri veðurlagnum, framhaldandi tæna einum gagnligum endamáli.

Bæði í Trongisvági og úti á Tvøroyri sæst hegnisliga arbeiðið, ið starvsfólkini í Teknisku Deild hava avrikað og er tað at fegnast um. Tvøroyrar Kommuna er annars tann kommunan, ið næst eftir Tórshavnar Kommunu hevur størsta skógarøkið í landinum.

Nógv verður framvegis gjørt fyri at planta nýggj trø og at gera viðarlundir á Tvøroyri. Eystanfyri gomlu “Plantasjuna” í Trongisvági bleiv nýggj viðarlund gjørd fyri nøkrum árum síðan og eru trøini longu vaksin heilt fitt. Inni í sjálvari “Plantasjuni” verða eisini nýggj trø plantaði, so hvørt sum gomul trø mugu lúta fyri veðurlagnum.
Á Sevmýri vórðu fyrstu trøðini plantaði í november 2018, sum liður í nýggjari viðarlund. 2500 trø vórðu tá plantaði og er hetta sostatt triðja viðarlundin í kommununi og hoyrir hetta eisini inn undir arbeiðsøkið hjá Don Terja Hentze. Sí grein um viðarlundina á Sevmýri https://dagur.fo/planta-fyrstu-troini-i-vidarlund-a-sevmyri.
Við Stórá í Trongisvági, kring økið við fótbóltsvøllin, eru eisini ein ørgrynna av trøum plantaði seinastu árini. Lasse Jensen, ið starvast í umsitingini í Tvøroyrar Kommunu, hevur staðið fyri hesum arbeiðinum. Árligir plantingardagar hava verið, har øll kunnu hjálpa til, eins og Lasse sjálvur hevur plantað sera nógv trø. Verkætlanin við Stórá fevnir um uml. 13000 fermetrar av plantaðum øki og fleiri túsund runnar og trø eru plantaði her.

Tað skrivar Tvøroyrar kommuna.

Fleiri myndir kunnu síggjast HER https://www.facebook.com/search/top/?q=tv%C3%B8royrar%20kommuna&epa=SEARCH_BOX 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
YouTube slettar allan føroyskan tónleik ☹
Borgar­stjó­rin í Skálavík: Brandur, vit skylda øllum pørtum at fara til verka beinanvegin
Skipsverk­frøð­ingur: Er tað nú rætt, sum løgmaður sigur?
Bjarni Djurholm: Løgmaður neyðtøku­maður? Hvussu lágt kann mann ríða?
Vespureiðrið (145) - 3. aug. 2020
Hildu Ólavsøku á Lúsabankanum
Strandferðslan eigur ongi skip
Petur Hans Dahl. veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 32)
Jóhan Petur í Soylu: Eg eri givin á sjónum!
Løgtings­maður: Grindin hevur eitt virði uppá 13 mió kr, um vit brúka prísin á seyðakjøti sum grundarlag
SLEIPIBÁTU­RIN – vanlig sjón á Skálafjørðinum
Gera nýggja roynd at burturbe­ina trolara við Svalbard
Nú skalt tú avtala eina vitjanartíð á Lands­sjúkra­húsinum
Fleiri sendingar verða bodnar út á KVF.fo
M. C. RESTORFF SJEYTI
MYNDIR: Væleydnað ólavsøka í grannaløgunum
Í samfull 40 ár hevur Magni staðið fyri startinum
SEV fer framhald­andi at hava slóðbrót­andi leiklutin
Trý stev aftur og einki fram!
Tá ið løgmaður neyðtók Mikkjal á Ryggi
Góðu tit, sum ráða fyri borgum, latið tann blomstr­andi partin av tí almenna fáa frið
Síðsta sunnudag vígdi Jógvan Fríðriksson biskupur eitt nýtt altarklæði
Tíðindi á R7 klokkan 16:00
Altíð eftirsnarin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
EvR
Á Torginum 4. aug. 2020 - Samrøða: Betty og Jógvan við Keldu (uppt. sept 2010)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (145) - 3. aug. 2020
EvR
Kelduvaðið 2. aug. 2020: Jóhan við Neyst "Fyri Gudi er alt møguligt." - Orðið: "Eg vil syngja ein song"
Vespureiðrið
Vespureiðrið (144) - 27. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 26. juli 2020 - Tala: Símun Absalonsen "Ríkið sum ikki kann ristast"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 6. partur
EvR
Á Torginum 21. juli 2020 - Samrøða: Henrikka og Eivind Bringsberg (uppt. okt 2015)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (143) - 20. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 19. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Bjargaði mannalívum" og "Eitt orð um Zakeus." - Orðið: "Gud hevur tala"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 5. partur
EvR
Á Torginum 14. juli 2020 - Samrøða: Dagmar og Tommy Jacobsen (uppt. 2015)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (142) - 13. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 12. juli 2020 - Tala: Árni Joensen "Blóð Kristusar" - Orðið: "Frelst við trúgv eina"
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Osmund Justinussen 4. partur
EvR
Á Torginum 7. juli 2020 - Samrøða: Oluffa og Niels Andreasen (uppt. 2014)
Vespureiðrið
Vespureiðrið (141) - 6. juli 2020
EvR
Kelduvaðið 5. juli 2020 - Tala: Kári Kjelnæs "Kristi Himmalferð og Lyfti Guds til Josva" - Orðið: "At vitna í orðið og verkið"
Kristiligar Tíðindasendingar
BÍBLIU- OG TÓNLEIKATÚRUR - tíggjunda  bíbliu- tónleika­ferðin
Kristiligar Tíðindasendingar
FLYTA HEIM EFTIR 12 ÁR  Í KRISTNA­STOVU
Kristiligar Tíðindasendingar
GULL TIL SUSAN OG ØSSUR BERGHAMAR - Kristnastova, hóskandi karmar!
Nýggjastu tíðindi