Fyrstu almennu bíðilistarnir til viðgerðir í Sjúkrahúsverkinum eru tøkir
Fyrstu almennu bíðilistarnir til viðgerðir í Sjúkrahúsverkinum eru nú tøkir á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.
Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, sigur, at skipan um viðgerðartrygd skal setast í verk, sum ásetur, at eingin skal bíða í meira enn 30 dagar eftir at koma í viðgerð.
- Gjøgnumskygdir bíðilistar til almenningin er ein grundarsteinur undir viðgerðartrygdini.
Øll eru greið yvir, at tað krevur nógv at røkka málinum. Hetta verður ikki gjørt frá degi til dags. Tað krevst bæði peningur, læknar og onnur heilsustarvsfólk, og kapping er um øll hesi.
Umráðandi er at vit brúka tilfeingið í samlaða sjúkrahúsverkinum skynsamt, samstundis sum tað er týðandi at vita, hvar tørvurin er størstur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann sigur, at tað er neyðuggt at kenna aktuellu støðuna, fyri at leggja viðurskiftini væl til rættis.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum setti sær beinanvegin fyri, at almennir bíðilistar skulu gerast til tær ymsu viðgerðirnar í sjúkrahúsverkinum, og hetta er eisini ásett í samgonguskjalinum.
Og nú eru fyrstu bíðilistarnir klárir.
- Hetta er ein sera góð og spennandi byrjan, sum kemur at halda fram, so eisini almenningurin fær betri innlit í bíðitíðirnar sum frá líður, sigur Kaj Leo Holm Johannesen
- At vit nú fáa innlit í, hvussu bíðilistarnir eru, er ógvuliga kærkomið. Fyrst og fremst fyri tann, ið tørvar viðgerð og eisini fyri okkum í politisku skipanini. Landstýrismaðurin takkar Sjúkrahúsverkinum fyri hetta framstigið.
- Samstarv í politisku skipanini og í sjúkrahúsverkinum eru grundleggjandi fortreytir fyri at seta sjúklingin í hásæti, sigur Kaj Leo Holm Johannesen at enda.
Sambært bíðilistunum, sum eru at finna a heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, er bíðitíðin at koma undir ryggskurð 9-11 mánaðir, at sleppa framat til neurologi tekur 1 - 1 ½ mánað, fyri vaksin við ADHD tekur tað 1 til 1 ½ ár at sleppa framat, og børn og ung noyðast allarhelst at bíða í 4 til 5 mánaðir áðrenn tey sleppa framat barna- og ungdómspsykiatriini.
Tó verður sagt, at er talan um akutta sjúku, fær viðkomandi altíð viðgerð beinavegin.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Bjarni

Petur Oluf Hansen - pionerur

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Kokkurin er færeyingur

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

World watch list 2021

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Dúvugarðar

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Sjey nýggir býráðslimir

Stroyming av jarðarferð 19. januar

Netvarp úr Ebenezer sunnudagin her á evr.fo

Tímar í persiskum

Týðandi samstarv millum kommununa og vinnuna
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











