Frá í morgin verður loyvt seks vitjandi at vera á vitjanarlistanum hjá hvørjum búfólki.
Nú er ein felags leistur galdandi fyri vitjanir á øllum búeindunum á eldraøkjunum í Tórshavnar kommunu. Eingin koronasmitta er í Føroyum, og tí hevur verið opið fyri vitjandi í seinastuni á búeindum á eldraøkinum.
Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógv vitjandi, eldrasamstørvini hava loyvt inni á búeindum, og vitjaninar hava verið skipaðar ymiskt.
Frá 15. juni 2020 verður loyvt seks vitjandi at vera á vitjanarlistanum hjá hvørjum búfólki. Um ynski er um tað, ber til at skifta ein vitjandi út um vikuna, soleiðis at vitjanarskarin kann líðandi verða útskiftur aftaná 6 vikur.
Fysisku karmarnir, t.d. fermetratalið, er avgerandi fyri, hvussu nógv kunnu vitja í senn, og ávísu eldraøkini gera serstaka leiðrelgur hesum viðvíkjandi.
Tað er framhaldandi umráðandi, at vitjandi skráseta seg, tá ið tey vitja, so tað lættliga ber til at finna smittuvegir, gerst tað neyðugt.
Vitjandi sum hava verið uttanlands:
• Øll vitjandi, sum koma heim til Føroya, verða biðin um at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimunum/eldrasambýlum fyrstu 14 dagarnar eftir heimkomu – bæði tey, ið búgva uttanlands, sum koma til Føroya, eins og tey, ið eru búsitandi í Føroyum og hava verið uttanlands.
• Eru serligar grundir til, at vitjanin ikki kann bíða í 14 dagar, verður mælt til at bíða við at vitja á ellis- og røktarheimum/eldrasambýlum til 7. dagin aftan á heimkomu og at lata seg kanna 6. dagin eftir, at ein er komin til landið – talan er bæði um tey, sum búgva uttanlands og koma til Føroya eins og tey, sum eru búsitandi í Føroyum og hava verið uttanlands.
Sama ger seg galdandi, hevur ein verið til tiltøk, ið økja um smittuvanda, ella havt tætt samband við fólk, ið koma úr útlondum.
Øll almenn tilmæli um sosialan atburð og reinføri skulu framhaldandi altíð haldast. Tú finnur almennu tilmælini á korona.fo.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Mest lisið í farnu viku

15 ár síðani at eg slepti rórinum í ANSNI

Kulturkríggið

Toskur leypur á æðublik

Norrøna fær eitt facelift

World watch list 2021

Hava fingið eina betri barsilsskipan

Ja, pílar og skot tosar prestur føroyskt

Strandavegur stongdur fríggjakvøldið

Bjarni

At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Nær røkir Ternan siglingina um Nólsoyarfjørð?

Smugla 2 kg av hashi til Føroyar

Nýggjur ungdómsmiðil farin í luftina

Tekur yvirfriðingarnevndin framtíðina frá Sandoynni ?

At royna at skilja Trump-fyribrigdið (ókeypis online fyrilestur)

Pison komin á Klaksvík.

Svøvnur - Fólkaheilsukanningin “Hvussu hevur tú tað? 2019

Nýggja stýrið fyri Setrið tilnevnt

Skráin hjá IKTUS, sunnudag 17. januar 2021

Er tað eins hjá okkum, sum í grannalondunum?

Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Louisa 30 ára starvsdag

Nes kommuna hevur nú aftur umboð í stýrinum í Kommunufelagnum

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











