VIDEO: EIVØR GEVUR NÝTT SJÓNBANDALAG ÚT
Fyri tveimum vikum síðan útgav Eivør staklagið SLEEP ON IT frá komandi fløgu útgávu síni SEGL, sum kemur út tann 18 Septembur í ár.
Í gjár kom sjónbandalagið til SLEEP ON IT út, og Eivør greiðir soleiðis frá:
"Sjónbandalagið til ”Sleep on it” kom til verðina í Íslandi í ruðuleikanum av sóttarhaldi, COVID - 19 og allari óvissuni, sum fylgdi við. Dugnaligi Einar Egils hevur framleitt, og Tómas Lemarguis, sum vit m.a. kenna frá ”Blade Runner 2049”, og ”X-Men: Apocalypse”, leikar høvuðsleiklutin."
Søgan er skrivað av Einari og Elias K. Hansen.
Stemningurin er rættiliga myrkur og er ein tulking av sanginum, sum m.a snýr seg um svøvnloysi og um truplar avgerðir, ein er noyddur at taka í lívinum.
Teirra tulking ljóðar soleiðis:
Heimurin er í upploysn. Tey núlivandi eru niðurbundin og hava verið tað so leingi, tey minnast.
Tey eru frá sær sjálvum.
Tey trúgva, at Eivør er einasta vónin, um tey skulu yvirliva, og tí má hon offrast.
Við hesari offring fella tey í ein ævigan, friðfullan svøvn.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur