Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jógvan Ingvard Olsen greiðir frá

Átrúnaður, Innanlands, Mentan | 24/07-2020 10:00

Tá kom ein maður til borðið har, eg sat. Eg sá skjótt, at maðurin sá slitin út og var ikki væl fyri. Normenn kallaðu slíkar menn fyri “lassaroner” Hann spurdi, um eg kundi læna honum pening fyri mat? Tað vildi eg ikki, tí mundi hann fara at nýta teir til mat? Soleiðis greiði Jógvan m.a frá. Les alla greinin niðanfyri.

Um heystið 1954 var toftamaðurin, Jógvan Ingvard Olsen, við norska línubátinum, Mongstad, sum var umleið 60 tons til støda. Teir royndu við línu undir Íslandi og saltaðu fiskin umborð. Fyrst í januar 1955 fór hann yvir aftur til Norra. Tá skuldu teir á sildaveiðu við snurpunót; og tað gleddi Jógvan seg til. Skipari var, Reidar Uggedal.
Tá Jógvan var komin til Ålesund, lá eitt bræv frá skiparanum fyri honum. Hann skrivaði, at skipið var suðuri í Mongstad, nakað norðanfyri Bergen. Hann bað Jógvan taka “Hurtigruten” suður til Måloy ein ávísan dag, tí tá skuldu teir vera har hjá skipinum. Hann so gjørdi og kom til Måloy.

Onki pláss á gistingarhúsunum
-Tá eg kom til Måloy, var havnin stúgvandi full av skipum, sum eisini skuldu á sildaveiðu. Tað var ringt hjá mær at fáa eyga á Mongstad, so eg fór inn á havnaskrivstovuna og spurdi eftir skipinum. Vaktarmaðurin spurdi tá, hvussu eg kallaðist. Tá lá eitt telegram frá skiparanum, sum segði, at teir vóru seinkaðir og komu ikki fyrr en dagin eftir. Eg spurdi so um viðførið kundi standa á havnaskrivstovuni, og tað var í lagið. Eg fór so at spyrja um innivist, men bæði gistingarhúsini vóru stúgvandi full av fólki, sum skuldu arbeiða har í sildatíðini. Tá vóru góð ráð dýr. Eg fór aftur á havnaskrivstovuna, fór niður í klæðsekkin eftir heitum klæðum og læt meg í tey. Tað var bæði kalt og kavi, og eg roknaði við at skula ganga úti alla náttina, ella kanska, eg slapp niður í lugarið á onkrum av teimum mongu skipunum, sum lógu har. Eg fór eisini inn í ein handil og keypti mær eina lodna og heita “russarahúgvu” sigur Jógvan.

Keypti honum mat
-Eg fór so inn á eina matstovu fyri at fáa mær ein góðan og heitan bita, áðrenn náttin kom.
Tá kom ein maður til borðið har, eg sat. Eg sá skjótt, at maðurin sá slitin út og var ikki væl fyri. Normenn kallaðu slíkar menn fyri “lassaroner” Hann spurdi, um eg kundi læna honum pening fyri mat? Tað vildi eg ikki, tí mundi hann fara at nýta teir til mat? Men eg segði, at var hann svangur, so kundi hann seta seg niður og fáa sær at eta saman við mær, og eg skuldi gjalda fyri hann. Hann takkaði fyri og setti seg niður. Vit komu so í prát. Hann fekk so mína søgu um, at báturin var ikki komin, og at bæði gistingarhúsini vóru stúgvandi full. Tá læt í honum, at hann kanska kundi hjálpa mær við tí. Eg ivaðist í orðum hansara, tí hvat kundi hann finna uppá!?- greiðir Jógvan frá.

Fekk eina Eliesar-koyggju
-Tá vit vóru lidnir at eta fylgdist eg við honum og var spentur at vita, hvar leiðin gekk.
Hann gekk undan oman í havnina og út á ein mola. Har lá eitt høgt hvítt skip, sum Eliesar 4 stóð á. Ein hurð við landgangi var mitt á skipinum, og hesin fremmandamaðurin gekk undan umborð. Komnir inn í gongina, hoyrdu vit sang. Tá vísti tað seg, at hetta var eitt missiónsskip hjá Den Indre sjømannsmission. Teir vóru við skipinum har, sum flestu fiskimenn vóru, og tí vóru teir í Måloy beint tá, meðan sildatíðin var. Fiskimenn og onnur kundi keypa mat umborð fyri sámiligan prís, og so bjóðaðu teir vitjandi eisini til møtir, hugnaligar samkomur og at vaska sær, um tørvur var á tí. Um várið var Eliesar II vanliga uppi við Lofoten, tí tá var toskavertíðin har. Hesin fremmandi maðurin greiddi so ábyrgdarfólkunum fyri skipið frá, hvussu mín støða var. Tey svaraðu beinan vegin, at eg var vælkomin at gista umborð. Tey reiddu koyggjuna upp fyri meg á einum einakamari og harafturat fekk eg drekka, áðrenn eg fór í koyggjuna.

Kendi meg signaðan
Tá eg tað kvøldið bað mína kvøldbøn og Faðirvár, kom eg at hugsa um Jesu orð:
“Tað, sum tit gera móti einum av mínum minstu, tað gera tit móti mær,” og at tað førdi signing við sær. Eg hevði einki at reypa mær av, men tað kvøldið kendi eg tað soleiðis, at eg hevði fingið kontanta avrokning frá Gudi, fyri at hava sýnt eina góðgerð móti einum medmenniskja,- sigur Jógvan.
Eg svav væl umborð á Eliesar 4. Morgunin eftir fekk eg kaffi og bollar. Tá eg so fór at spyrja eftir Mongstad, var skipið komið, og eg fór takksamur umborð,- sigur Jógvan Ingvard Olsen.

Hendan áhugaverda greinin stendur á heimasíðuni hjá trubodin.fo. Tað er Torleif Johannesen, sum eigur tekstin og myndina

Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi