Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hvor længe skal komedien spilles?

Lesarabrøv, Politikkur | 24/07-2020 19:00

Heimssøgan er í stóran mun søgan um stríð. Um vald og tilfeingi. Millum lond ofta vovin saman soleiðis, at ídnaðarliga framkomin lond hava lagt onnur undir seg, fyri at fáa hendur á bíligari rávøru til verksmiðjurnar – av hesum komu orðini kolonialisering og imperialisma at fylla nógv í søguleypinum. Hetta hevur kortini ikki bert verið ein internationalur spurningur. Í stóran mun hevur stríðið um vald og tilfeingi eisini verið nationalt – millum politiskar skipanir, áhugamál, kapital og borgarar.

Fyri lítlum ári síðan legði sitandi heimastýrisstjórn í vaðið undir herrópinum: Eitt samfelag í serflokki. Kampurin um tilfeingi er støðugur í skiftandi brigdum, og á sama hátt sum við samgonguni undan hesari, stríðast vit um alt annað enn at fáa ræði á okkara egna landi. Um fjøldin heldur seg liva í einum samfelag í serflokki, er ilt at vita, men tey, sum stóðu undir, vælplaserað, táið svimjandi tilfeingi, ogn fólksins, varð lutað út sum gávuregn til tey fáu, kenna tað helst soleiðis. Harvið sleit tað heldur ikki í, og nú standa undirstøðukervini fyri tørni. Landsognin FøroyaTele fær ikki frið heldur enn SEV, sum frá byrjan hevur verið ogn hjá føroysku kommununum.

Í samgonguskjalinum stendur skrivað: “Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja.”

Orðingin gevur assosiatiónir aftur í bíbilska tíð: “Og Guð segði: “Verði ljós!” Og tað var ljós. Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið frá myrkrinum, og Guð kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt. Og tað var kvøld, og tað varð morgun – fyrsti dagur.” Um superministarin Helgi Abrahamsen var hjástaddur ella fráverandi, táið hendan nýggja “Skapanin” á ravmagnsøkinum var eyðmerkt í orðum, er ilt at vita. Helst ikki, tí sum hann sigur við Dimmalætting hin 10. juli í ár, um støðuna á fjarskiftisøkinum, tá samgonguskjalið varð skrivað: “- Tað valdast, hvør situr við borðið, tá eitt samgonguskjal verður skrivað, og akkurát tá hatta er skrivað, gangi eg út frá, at løgmaður hevur spælt við. Hann arbeiddi jú sum fíggjarstjóri á Hey, sum bleiv ein partur av Nema, tá, sigur Helgi Abrahamsen.”

Harvið staðfestir landsstýrismaðurin í vinnumálum, at politikarin í evsta sessi landsins, Føroya løgmaður, er lobbyistur fyri eina fyritøku – NEMA - sum stendur honum nærri enn aðrar. Hvør støðan er á ravmagnsøkinum í so máta, vita vit ikki, men á einum fundi fyri kortum tóktist Helgi Abrahamsen ikki at hava minstu hóming um, hvat ið hann fæst við á tí økinum. Løgmaður og eg tosa nógv um orkumál, var tað einasta ið fekst burturúr honum, táið hann var kroystur í tronga.

Tað sigur ikki so lítið, at lobbyisturin über alles, fyri seráhugamálini, nú situr á ovastu rók og festir í fjúsið á gotrinum, sum skal spreingja SEV í stumpar og stykkir. Hetta er tann viðvenda verð, at maðurin, sum skuldi eitast at verja áhugamál fólksins, nú situr og pilkar burturúr, hvør sum í serligan mun skal fáa ágóðarnar av tí sum onnur eiga. Vit hava leingi vitað, at seráhugamálini í samfelagnum vóru væl umboðað á Føroya løgtingi, røkka inn á so at siga hvønn einasta atkvøðuknøtt, men at tey nú eisini sita og gøllhalda evsta sessinum, úti við donsku heimastýrisradiatorarnar í Tinganesi, tað gjørdist líkasum ovboðið – fyri ikki at siga ræðandi.

Saman við aðrari undirstøðu er ravmagnið munurin millum tilafturskomu og vælferð. Tað vitsti vestmenningurin Ólavur á Heygum, táið hann tók stig til telefonina, ravmagnið o.a.m. Konfliktir liggja í stórmálum, eyðvitað so, og flokkurin, sum nú situr á løgmansembætinum, gjørdi saman við Dimmalætting og donskum embætismonnum nógv fyri at steðga frambrotinum hjá hinum handlandi og útgerðandi bóndanum á Heygum. Blaðið hjá íhaldnum sambandsmonnum spurdi tá so lakoniskt: “Hvor længe skal komedien spilles?”

Flestu pionerar, vegarar - slóðarar, fáa eina harða lagnu, og Heygabóndin gjørdist í so máta onki undantak. Helst var ov lítið fráliðið síðan Thomas A. Edison fekk patent uppá gløðiperuna, - hetta var í 1880. Byrjanin í Vestmanna hendir bara fá ár eftir at kolrikna metroin í London varð løgd um til streym í 1890 og væl fyri  dustsúgvaran, sum sá dagsins ljós í 1908, køliskápið í 1913 og vaskimaskinuna, sum kom fram á torg í tríatiárunum. Hetta var eisini væl fyri at russiski byltingarmaðurin Lenin segði tey gitnu orðini: “Alt vald til sovjettirnar og alt landið skal elektrifiserast.”

Líkamikið hvussu illa tað gekst Ólavi at koma um væmingar og vaggandi gjálv á landspolitiska pallinum, so hevði hann lagt eina glóð eftir sær. Framtakshugaðir vinnumenn og kommunur tóku táttin upp, og sum fráleið gjørdist SEV – stovnað 1. oktober í 1946 – landsumfatandi felagsskapur við tí eina endamáli, at veita ravmagn til húsarhald og vinnu. At leggja fremstu undirstøðuna til tær modernaðu Føroyar. Kommunurnar áttu og eiga felagsskapin við høvdi og gørnum.

Landsmyndugleikin hevur ongantíð rætt hond frá síðu í ravmagnsmálinum. Nakrar hissini reguleringar, sum yvirskipaður politiskur myndugleiki, harvið er alt sagt. Tað kann kanska tykjast summum rangvørgt, at kommunurnar hava átikið sær leiklutin sum ravmagnsveitari í øllum landinum, men søguliga hevur tørvurin verið mestur, har sum vinnan av álvara tók seg fram, tí hava framtakshugað fólk í vinnu og kommunum tikið seg saman fyri at lynna undir hendan møguleikan, sum fult og heilt broytti fyritreytirnar hjá fólki og vinnu at virka í hesum landinum.

Framvegis er tað so, at kommunali felagsskapurin framleiðir at kalla allan streym, sum føroyingar hava brúk fyri. SEV er eitt samhaldsfast non-profit samtak, sum veitir fólki á Kirkju streym við somu góðsku og fyri sama prís sum brúkarar í størri konsentratiónum í landinum fáa veitingina fyri – kommunala samhaldsfesti tryggjar at so er. Á grønu kósini liggur kommunali felagsskapurin eisini væl á kósini – og uppaftur betri hevði tað verið, um jarðarspurningurin ikki stútt og støðugt spennir bein fyri framtøkum á grøna økinum.

Ein so umfatandi felagsskapur sum SEV – risastórur í samfelagnum í mun til so mangt annað – ger síni mistøk, treyðugt so, m.a. var man heldur trekur at taka alternativar keldur inn í høpið. Hetta var fyri grønu dagsskránna – og nú liggur felagsskapurin í broddi fylkingar á flestu orkumótum. Kampurin um tilfeingi hevur eisini fingið tak á orkuøkinum. Nøkur fá áhugamál, mýrivengur í mun SEV, ynskja at krøkja sær vinning burturúr at selja streym til ravmagnsnetið. Serliga eru tað oljufeløgini við duopolinum, sum hava ligið framvið, hesi, sum árliga okra 10´tals milliónir krónur burturúr føroyskum brúkarum á fossila marknaðinum. Sohvørt sum grøna kósin fer at minka um oljusøluna, ynskja tey at kompensera fyri missinum við at sleppa inn á ravmagnsmarknaðin. Hartil hevur onkur, við landspolitiskum vælsignilsi, ligið niðri í pengatrognum hjá SEV og sopið seg feitan í eina sneis av árum. Lobbyisman hjá hesum áhugamálum er rættiliga elektrisk, so umfatandi, at tað ikki kann beskrivast – tað má upplivast. Hon er sum ringasti pumpuroykur umborð á slupp, ið hevur ligið fyri ringarnar ein heilan vetur – hann foykist ikki burtur við tað góða. Hvørki við spritti ella klori. Kann lítið ætla hvussu tað nú verður herjað á løgmann, vinnumálaráðharran og spunasmiðirnar á Umhvørvisstovuni í hesum døgum, nú ein glæma sæst fyri endanum í royndini at liða kommunala felagsskapin SEV sundur, - tað er í disfunktionalitetinum hjá onkrum, at gjótan stendur opin hjá øðrum at klúgva ígjøgnum.

Landsstýrið ætlar at lóggeva fyri, at ein kommunalur felagsskapur, í hesum førinum SEV, skal skeklast sundur. Í eitt interkommunalt netfelag og á onkran hissini nagla hanga teir, sum nú ráða fyri borgum í Tinganesi, framleiðslupartin. Harvið fer landið, sum ongantíð hevur átt nakran lut í ravmagnsmálinum, yvirhøvur, at destabilisera alla undirstøðuna í orkumálum í hesum landinum. Hetta er álvarsmál, serliga fyri allar tær bindingar, sum felagsskapurin hevur t.d. á tí fíggjarliga økinum. Avgerandi undirstøðan, sum fremur tær modernaðu Føroyar, skal liðast sundur, nú sambandsmenninir, serliga, eru blindaðir av lummalyktunum hjá lobbyistunum, sum liggja og sprakla oman á teimum, somikið, at teir neyvan fáa blund í eyguni.

Tað sum nú gongur fyri seg er ikki politiskt fair-play. Hetta er undirgraving, uppá tað nærmasta ognartøka, við einum einasta endamáli, enn einaferð at lóggeva til fyrimunar fyri seráhugamálini á einum øki. 

52 túsund fólk – vit øll – eiga SEV. Ein solidariskur meginlunni undir samfelagnum, sum støðugt hevur havt sum endamál at nøkta tørvin á elveiting í Føroyum. Tað fer hann eisini at megna framyvir – væl at merkja um friður fæst fyri landspolitiska myndugleikanum.

Ætla Bárður og Helgi ikki at geva SEV frið og náðir at arbeiða, so hevði tað verið meiri hóskandi, at Føroya landsstýrið legði eitt boð inn at keypa orkufelagið, heldur enn at forða hesi kommunalu eindini at virka optimalt. Mest umráðandi er, at veitingin er í lagi fyri ein sámuligan prís, tá er tað líkamikið um hendan er í ogn hjá landi ella kommunum. Ístaðin fyri við lóg at virðisfoykja SEV, áttu so fræg politisk mansevni at verið í hesum kallum, at teir tóku upp samráðingar við kommunurnar, við tí endamáli at landið tekur yvir ravmagnsveitingina fyri eina ávísa milliardaupphædd, gjald fyri ognirnar, sum landsins kommunur hava brúkt 80 ár um at fáa upp at standa, fyri at hetta samfelagið kundi koma á hædd við grannalondini sum framkomið vælferðarsamfelag.

Tað hoyrist lítið til Fólkaflokkin, nú Sambandsflokkurin herjar á SEV, og onkur orsøkin kann vera til tað. Søguliga hevur Fólkaflokkurin staðið undir liðini á SEV. Nógvir av stovnarunum, teimum sum sótu fyri endanum í byrjanini og seinri, vinnumenn og kommunustýrislimir, hava verið nær slektaðir við tann flokkin, tí kann tað vera, at lummalyktirnar hjá lobbyistunum ikki ávirka Jørgen & Co. - á sama hátt sum tær hava blindað afturhaldið í Tinganesi.

Ein politisk skipan er sett í verðina fyri at tæna fólksins áhugamálum og ikki seráhugamálum. Hví tað kortini gjørdist eitt aðalmál hjá hesum landsstýrinum at spreingja SEV í luftina, tað ber til at meta um, men rokningin, sum húsarhaldini fáa mánaðarliga frá orkufelagsskapinum, gevur onki belegg fyri, at hendan solidariska skipanin í undirstøðu – sum vit øll eiga - skal syndrast í landspolitisku kvørnini. Tí spyrja vit Sambandsflokkin sama spurningin, sum blað teirra, Dimmalætting, spurdi onkran annan fyri meiri enn 100 árum síðani:

“Hvor længe skal komedien spilles?”

Tórbjørn Jacobsen

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi