Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Finnur S. Olsen: Minningarorð um Elis Poulsen

Innanlands, Lesarabrøv | 25/07-2020 15:00

Mikudagin 22. juli var júst eitt ár runnið síðani mín trúgvi og kæri vinur Elis lat eyguni aftur á seinasta sinni.

Løtan tá vit stóðu kring sjúkrasongina á Landssjúkrahúsinum stendur brend í minnið mítt. Bert tveir dagar frammanundan hevði hann ligið og lurtað eftir sínari elskaðu sending  Upp á Tá. ansebandstónleikurin var lív hansara og hann fylgdi honum allan vegin, eisini tá hann fór um sýnina.

- - - 

Elis og eg vóru vinmenn í nógv ár.

Tað byrjaði í tónleikalívinum og við teim mongu føstulávintsskemtunum í Virkinum á Sandi, sum vit báðir sum oftast vóru partur av.

Í sjónleikunum og á sjónleikaferð vóru vit eisini saman. Ongantíð gloymi eg, tá vit báðir saman við góðum fólki spældu, í stóra leikinum um Kálv lítla.  Elis hevði høvuðsleiklutin sum Sandoyarprestur og leikti hann hendan so meistarliga væl.

Elis var útbúgvin gartnari í Íslandi og í 70’unum vóru eg og ein floksfelagi tvey ár á rað í starvsvenjing í vakstrarhúsinum á  Royndarstøðini í Hoyvík har Elis tá starvaðist.  Har lærdu vit nógv um gróður og blómur. Eftir tað bygdi hann sær sítt egna framkomna vakstrarhús omanfyri heimið á Kjálkanum á Sandi.

Í tónleikalívinum var Elis sera virkin.  Fyrst við fleiri orkestrum í Íslandi og tá hann seinni kom heim til Skopunar var hann m.a. við í kenda Sandoyarorkestrinum  Buldursholinum  og í  Tóna Trio  saman við Sigurdi Bærendsen sála og  Terja Dalsgaard.

Elis spældi trummur við Geislum á Sandi og við mongun øðrum orkestrum.

Eg byrjaði sum teknikari í Útvarpi Føroya í 1986, og frá tí degi at Elis kom í Útvarpi í 1989 var tað altíð ein sonn gleði at arbeiða saman við honum, í øllum teim mongu góðu sendingunum, hann legði fyri dagin.

Tað sum Elis setti sær fyri, gekk hann upp í við fullum huga, og soleiðis var eisini tá vit saman gjørdu tónleikasendingina Taktir & Tónar, sum seinni bleiv til Upp á Tá.

Hann gjørdi síðani m.a. Á Tónatingi, sum var sera væl umtókt,   Lurtararnar og vit,  Máltráðin,   Hvat nú,  Túnatos og fleiri aðrar bæði í útvarpi og sjónvarpi.  Kongaligur reportari var Elis eisini, hóast Tjóðveldið stóð honum næst.

Seinastu mongu árini nýtti hann stóra orku til Upp á Tá

Um jóltíðir vóru tað  Greytasleikur og Kertustubbi, sum vit høvdu gleðina av at vera saman um.

So bankaði óboðin gestur á dyrnar og herviliga Parkinson sjúkan kom sníkjandi so spakuliga longu í 2012.

Fleiri ymisk sløg eru av hesi sjúku og Elis var raktur av tí ringasta.

Elis koyrdi tó á við fullari megi, og í 2015 ferðaðust vit víða um við beinleiðis Upp á Tá sendingum.

Vit vóru í Reykjavík, Esbjerg, Sønderborg, Skúvoy, Gøtu, Kollafirði, Skálavík, Skopun,  til allar  dansibandsfestivalarnar,  og so ógloymandi túrin í Nuuk í Grønlandi. Har var útvarpssøga skrivað tá vit í samfullar 3. tímar samsendu við grønlendska og íslendska útvarpið í felags beinleiðis Upp á Tá sending.

Eg undraðist hví Elis dreiv so ógvusliga á við øllum hesum beinleiðis sendingunum,  men skilti tó sum fráleið, at Elis hugsaði longur fram, og vildi gera og uppliva hetta alt, áðrenn sjúkan gjørdi meira um seg. 

Tá Elis kendi á sær at røddin fór at bila, so heitti hann á meg um at koma við í sendingina sum medvertur, og sum fráleið bleiv eg røddin hjá Elisi í sendingini burturav.

Men hóast røddin hjá Elisi var viknað, var sinnið og hansara jarnvilji enn tann sami. Hann valdi tónleikin og skrivaði trúliga manusskript til hvørja einastu Upp á Tá sending. Og heilt fram til mai mánaða í fjør ferðaðust vit aftur og aftur kring landið við sendingini.

Góði Elis, viljan og áræði hevði tú altíð.

Tað gav at bíta tá tú misti stoltleika, og lívsverk títt, vakra vakstrarhúsið á Kjálkanum.

Eisini tá lívsins stormar raktu og einkardótturin Mia gjørdist álvarsliga sjúk, vísti tú tína styrki og var Guði takksamur, tá hon gjørdist frísk aftur.  

Sama vilja og áræði vísti tú, tá Parkinson sjúkan rakti teg.

Eitt er tó vist, at tú hevði heimsins bestu konu í Jonnu, sum so trúføst stóð tær við lið í øllum lívsins viðurskiftum, og eisini kæru børn tíni og abbasynirnir, sum elskaðu teg so nógv. 

Í juli 2017 skuldu tú og Jonna aftur til Noregs á dansibandsfestivalarnar, men tá forðaði sjúkan fyri, at tú kundi koyra stóra kampingbil tykkara.  Tá var Jonna skjót, vandi seg við bilin nakrar dagar og so fóru tit avstað á norsku vegirnar, og alt gekst væl. Tit fingu aftur eitt ógloymandi summar í Noregi. Hetta gleddi teg so ómetaliga nógv.

Góði Elis,  tú var og er ein viti á leiðini hjá mongum í somu støðu sum tú var.  Ikki at fella í fátt, men fáa sum mest burtur úr lívinum, sama hvussu tað lagar seg.

Góða Jonna og børn við familju, góðu systkin hjá Elisi, og øll íð stóðu honum nær.

Latum okkum við virðing æra minnið um Elis,  við at gleðast um góðu løturnar, og góða tónleikin.

Má Harrin í himli geva troyst og styrki.

Kæri vinur mín, tú er farin um sýnina, men minnini og tónleikurin liva víðari.  Vit síggjast aftur ein dag.

Eg fari at enda við orðunum hjá Williami Kristoffersen úr Ole Ivars:

Alle har sin egen stjerne, der på himmelen

Du vil aldri miste den, den finns der på himmelen.


Við dansibandskvøðu

Vinur tín Finnur


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi