Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Kapitalisman í lágum metum í fleiri londum

Andøvsløtan | 09/08-2020 14:30

Ikki bert i USA halda 47% av spurdum fólkum kapitalismuna vera eina vána búskaparskipan.

Serliga ung fólk hána hesa fremstu virðisskapandi framleiðsluskipan.

Í Bretlandi søgdu 53% av spurdum, at kapitalisman ger meiri skaða enn gagn.

Talið økist heilt upp í 63% í Kina, tá tey í somu kanning søgdu sína meining.

Í Fraklandi halda 69%, at onkur onnur skipan skuldi avloyst kapitalismuna. Fransar eru so serliga snobbutir, tá tey látast av vanvirða tímilig virði.

Eitt hálv tilafturskomið land sum India liggur lægst, tá um undirtøku fyri kapitalismu ræður. Heili 74% av indarum vildu havt, at okkurt annað enn kapitalisman føddi tey. Eingin spurningur var, ið bað tey vísa á alternativ. Neyvan halda øll ta hinduistisku kastu- ella stættaskipanina, ið frystir 100-tals miljónir í ta niðastu ‘kastuleysu’ armóðsfjøldina uttan nakran útveg.

Synd at siga, at útbúgving ger fólk klókari ella meiri vitandi. Alt bendir á, at hægri skúlar og læristovnar eru bert legur, har ungfólk verða indoktrinerað til at stuðla sosialismu og tí almenna geiranum, ið ikki skapar men brúkar virði.

Um nakað fantilsi var á lærarum og professarum í Vestanlondum og aðra-staðni, so høvdu tey vitað, fatað og undirvíst hareftir, at síðan kapitalisman gjørdist ráðandi framleiðsluháttur fyri góðum 200 árum síðan, er heimsins fólkatal økt 10-falt og livistøðið økt fleiri 10-falt, t.e. fleiri 100-falt tilsamans. 

Livialdurin var 35 ár í meðal. Í dag er hann dupult so høgur kring heimin.

Kapitalisman er óloysiliga knýtt at fólkaræði, heilsu-, útbúgvingar- og rættartrygd. Uttan frían marknaðarbúskap og óavmarkað kolvetni hevði mannaættin enn grulvað í runu, plágast av sjúku og liðið soliala neyð.

At professarar o.a. býttlingar ikki skilja samanhangin, er spell, ja ræðandi.

At tey og miðlafólk við vilja gera fólk býtt, er brotsverk móti mannaættini.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Eitt er neyðugt
Dimma.fo loysir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi