Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ein oldingi avloysir ein avdeyða sum forseti í Algeria

Andøvsløtan | 09/08-2020 19:00
Abdelmadjid Tebboune

Fólk í Algeria hildu seg fáa eitt veruligt pollitiskt umskifti, tá tey í fjør sluppu av við Abdelazis Bouteflika (82), ið síðan 1999 hevur leitt muslimska landið sunnan fyri Miðjarðhav. Hann var leiðari í Muslimska Bjargingarflokkinum, ið hevur havt ræðið, síðan landið fekk sjálvstýri frá Fraklandi í 1963.

Men teir algerar, ið væntaðu veruliga broyting, vórðu vónsviknir, tí valið fyri jól førdi bert til, at Abdelmadjid Tebboune (74), floksfelagi Bouteflika, kom í gamla forsetans stað. Bert 40% av algerskum veljarum fóru tí á val fyri jól.

Kravgongur og gøtuófriður settu dám á landið um ársskiftið. Tey ónøgdu siga, at ‘Le Pouvoire,’ (valdið), ein fylking av gomlum politikarum og hermegin, ið tóku maktina eftir sjálvstýri frá Fraklandi fyri yvir 50 árum síðan, ræður enn.

Hetta er ikki fyrstu ferð í Algeria, at kravið um, at gomlu valdsfamiljurnar og hermegin skulu handa fólkinum landsins stýrisvøl. Hetta kravið rungaði eisini síðst í 1990-unum, tá fjøld av fólki lat lív í bardøgum millum tey meiri íhaldnu politikararnar og víðgongdar islamar, ið taptu, og nógvir vórðu avrættaðir.

Algeria fylti nógv í tíðindunum í 1950- og fyrst í 1960-árunum, tá blóðugt borgarakríggj herjaði ímillum innfødda meirilutan í Algeria og franskar myndugleikar í hesum franska hjálandi hinumegin Miðjarðhavið. Ikki færri enn 3 mió fransar búðu tá í tí fruktabæra og veðurgóða Algeria, og teir kláraðu í áravís at standa teimum tá bert 15 mió algierbúgvunum kurl.

Tá hildu fraklendingar við sínum landsmonnum fram við algiersku strondini og niðan móti Atlasfjøllum, helst við besta veðurlagi fyri evropearar uttan fyri Evropa. Charles de Gaulle varð valdur franskur forseti í 1957 við tí vallyfti at varðveita franskt vald í Algeria, men hann mátti lúta fyri tíðarrákinum og økjandi stríðsorkuni hjá berbiska fólkinum, 3-4 móti hvørjum fraklendingi.

Risa stóra Algeria (2,3 mió km2) fór sosialistiska vegin og hevur havt minni búskaparvøkstur enn fólkavøkstur (nú 45 mió) so landið er fátækt (sum flestu muslimsku lond). Miðal inntøkan er bert 70 kr um dagin, hóast Algeria er millum heimsins stóru oljulond, nr. 11 í oljureservum og 1,1 mió t/dagin.

Víðgongt islam er ein støðug hóttan móti landsins militerstýri. Um muslimska bumban brestur, so fær ikki bert Frakland men alt Evropa eina flóðaldu av flóttum. So mugu fraklendingar lata sær lynda eina islamska innrás aftrat. 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Eitt er neyðugt
Dimma.fo loysir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi