Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Malawi: ein veik glæma úr Afrika

Andøvsløtan | 09/08-2020 18:30
Lazarus McCarthy Chakwera

Helst fá okkara hugsa nógv um lítla Malawi í sunnara Afrika, ið æt Nyasaland sum hjáland til 1964, tá tað fekk sjálvstýri frá Bretlandi og navnið Malawi.

Sensatiónin er, at Malawi hevur havt forsetaskifti uttan statskvett.

Malawi er knapt 3 ferðir størri enn Danmark til ummáls (120.000 km2). Men 1/5 er djúpt vatn við nógvum fiski, ið saman við landbúnaði og menningarhjálp føðir nærum 4 ferðir so nógvar íbúgvar (20 mió) sum Danmark. Fólkatalið veksur við rúkandi ferð, hóast  AIDS herjar saman við øðrum tropusjúkum.

Miðal livialdurin er bert 62 ár. 1,1 mió fólk búgva í Lilongwe, høvuðstaðnum. 

Sum í flestu afrikansku londum er malawiska fólkið dustfátækt, 2.000 kr í miðal ársinntøku, t.e. $ 1 (6-7 kr) um dagin. Men forsetin og leiðandi politikararn eru hóvríkir av mutri, sviki og stuldri sum vant í Afrika. 

Eitt nú metir Forbes Mag (besta kelda til slíka vitan), at júst farni forsetin Peter Mutharika, sagdur at vera kendur altjóða løgfrøðingur, er ‘góður’ (ella ‘óndur’) fyri eini $ 55 mió (= 350 mió kr = 175.000 miðal malawiskar árslønir).

Orsøkin til, at Malawi nýliga hevur fingið altjóða umtalu sum politiskt undantak fyri afrikanska regulin um, at fá lond sleppa av við verandi valdsharrar uttan statskvett, er, at valið í summar, hitt næsta í Malawi í stutta tíð, endaði við, at Mutharika legði frá sær, og vinnarin av valinum tók við.

Um forsetaskifti fer at bøta støðuna í Malawi, er ov tíðliga at siga. Víst eitur nýggi forsetin Chakwera til eftirnavn, men fornavn hansara er Lazarus og tað boðar tí kanska ikki frá góðum í oyrunum á fólki, sum kenna og skilja Afrika.

Vit kunnu ið hvussu er vænta, at nýggii statsleiðarin ikki verður nakar Lazarus leingi, tí í Afrika verður ein landsleiðari neyvan leingi ein ‘lazarus’.

Men glæman frá valinum í Malawi liggur í, at hægstirættur í Lilongwe kom til ta niðurstøðu, at stórt valsvik hevði verið í fjør, og sýtti tí at góðkenna tað valúrslitið, og malawiska hermegin stuðlaði hægstarætti. Friðarligar kravgongur við nógvum óðum fólkum hildu við hægstarætti og hermegini.  

Eitt umval við betri eftirliti tryggjaði, at andstøðan við Lazarus Chakwera fekk 60% av atkvøðunum, og at fyrri forsetin tapti við bert 38%. Frítt val í Afrika!

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Eitt er neyðugt
Dimma.fo loysir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi