Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Enska statskirkjan ávarðar ímóti kynslívi áðrenn vígslu 

Andøvsløtan | 09/08-2020 12:00

The Church of England fekk harðar ákoyringar alment, tá ið ovasta bisparáðið (House of Bishops) herfyri bað hinskynd borgarliga vígd fólk steðga við at hava kynsliga umferð, áðrenn tey eru kirkjuvígd. (Sum tað fyrr æt í Skotlandi ‘not only married, but ‘kirked’).

Ja, mangir eru mátarnir, ið fólk velja at halda saman sum pør, og ofta við góðum úrsliti.

Hetta íhaldna sjónarmið hjá Anglikansku Kirkjuni gjørdi, at hon er 2 umgangir aftan á verðsligu gongdini, ikki bert, at hon ikki góðkennir samkynd ‘hjúna’- og/ella parløg, men eisini, at hon ikki roknar sivil hjúnaløg sum fullgyldug, men tvíheldur um, at maður og kona eru kirkjuliga og ikki bert borgarliga vígd.

Fyri nøkrum árum síðan fór Church of Scotland í tvíningar, tá ein fundur millum kirkjuleiðarar ikki fekk semju, um samkyndir prestar kunnu prædika ella búgva saman. 60% av skotsku kirkjunu var tá ímóti og 40% fyri.

Church of England stríðist annars á øðrum hermótum, tí bert 14% av onglendingum siga seg hoyra til statskirkjuna, ið er 17% minni enn fyri 15 árum síðan, tá 31% av onglendingum søgdu seg standa innan fyri kirkjuna. 

Støðan nú er, at fleiri onglendingar stuðla LGBTQ enn hoyra til statskirkjuna. 

Annars er Anglican Church væl fyri fíggjarliga. Hon eigur £ 6,7 miljardir (= 55 mia kr), harav £ 2 mia (= 17 mia kr) eru jørð o.o. fastogn.

Harðar røddir hava verið at hoyra innan kirkjuna um at brúka part av kirkjufænum og jarðarognunum til at byggja sethús, av tí at í Bretlandi eru húsaprísirnir við at gerast líka høgir sum í Føroyum.

Í Bretlandi verða bygd eini 150.000 nýggjar húsaeindir árliga, meðan eftir-spurningurin, ‘tørvurin’, er 200.000 húsaeindir. Tískil hækkar býlisprísurin støðugt, so at fleiri og fleiri bretar halda fram at búgva heima hjá foreldrunum.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Eitt er neyðugt
Dimma.fo loysir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi