Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Við fastur síni til konsert

Andøvsløtan | 09/08-2020 17:00

Eftir ikki at hava verið sædd alment í 7 ár, kom fastir Kim Jong Un við bróðursoninum og konu hansara á konsert í Pyongyang fyrr í vár.

Henda fastir norðurkoreanska einaræðisharrans eitur Kim Kong Hui og er einasta systir pápa hansara, Kim Jong il, einaræðisharran, áðrenn ‘friseraða sosialistiska knettið’ tók við sum diktator eftir pápan fyri 8 árum síðan. (Hetta skuldu verið allir Kim-ararnir, ið verða nevndir í hesum tíðindastubba).

Fastirin hevur nú verið einkja í 6 ár og ivaleyst syrgt mann sín, ið var ‘onkul’ (pápabeiggjakona) núverandi einaræðisharra í Norðurkorea. Onkulin varð handtikin, ákærdur fyri svik í 2013 og avrættaður bert eitt ár, eftir at Kim Jong Un tók við eftir pápan.

Tað var ikki hissini upprudding, ið Kim Jong Un fór í holt við, tá hann slapp sær av við allar kappingarneytar kring um ‘trónuna’ beint eftir valdsskiftið.

Umframt onkulin vórðu 20.000 mætir valdsmenn, ið høvdu tænt pápa Kim Jung Un, avrættaðir. Teir vóru allir undir illgruna fyri at vilja gera kvettroynd ímóti tá bert 29 ára gamla Kim Jung Un.

Tað má sigast, at avrættingin av teim fremstu mistonktu ‘samansvornu’ var eitt festligt, ja nýggjárskent spektakul. Teir vórðu nevniliga tiknir av døgum á einum venjingarvølli á eini hermannalegu uttan fyri Pyongyang fyri 100-tals serliga innbodnum gestum. (Ivaleyst hava hesir gestir skikkað sær síðan).

Teir fordømdu blivu skotnir í skinnabein og andnegl við loftverjukanón. Rokið stóð himmalhøgt, og líkini vórðu brend við flammuvarparum aftaná sum fyri at tryggja, at teir vóru foknir við alla og ikki fóru at ganga aftur.

Stutt eftir tað sosialistiska festfrýrverkið flýddi ein hálvbróðir Kim Jung Un. Men hann náddi bert til Malaysia, har hann í lufthavnini í Kuala Lumpur varð yvirhálaður aftanífrá av tveimum kvinnum, ið Kim Jung Un hevði sent at eitra hálvbeiggjan við eiturinnspræning. Hann small í gólvið, og tær hvurvu.

At síggja fastrina saman við bróðursoni og konu hansara verður hildið boða frá, at ein ávísur samhaldsfastur friður er komin aftur í Kim-familjuni. 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Dimma.fo loysir
Eitt er neyðugt
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi