Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Er Corona bert eitt ringt beinkrím ella undirgangur Vesturlanda

Andøvsløtan | 09/08-2020 13:00

COVID 19, Corona ella Wuhan Virus kann stava frá kinesiskari flogmúsa- ella pangolinsúpan í einum svínskum kineskum sláturdýramarknað. 

Ella, sum Andøvsløtan heldur, er virusið úrslit av eini tilvitaðari og viljaðari politiskari beistagerð á eini bakteriologiskari royndarstovu í Wuhan hjá CCP, kinverska kommunistaflokkinum og ‘Fólksins Frælsisheri’ undir CCP?

Donald Trump byrjaði tíðliga at krevja, at CCP fór at halda tær treytir, ið WTO, Altjóða Handilsfelagskapinum undir ST, áleggur øllum limalondum. 

Kina hevur, síðan Bill Clinton hjálpti Kina til limaskap í WTO, svikað við vinnustudningi og gjaldoyra, njósnað, kopierað, logið og stolið øll patent og upphavsrætt til alt tað tøkni, sum serliga Vesturheimurin hevur uppfunnið.

Kommunisman hevur við sær, at hon (nakað sum Islam) ongum moralskum reglum fylgir, men bert tí, ið gagnar teirra læru, trúgv og politisku ætlanum. Tí kennir kommunisman einki objektivt gott ella ónt, bert vald teirra ráðandi við at eyðræna og kúga tey, ið træla fyri yvirstættina, partíið og hermegina.

Donald Trump vildi steðga, at Kina skal framleiða t.d. øll heimsins bilmerki, heilivág, tøkni, elektronikk umframt klæði o.t. bíliga (við trælaarbeiði) uttan at gjalda eina krónu fyri gransking og menning, men bert stjala og kopiera alt. 

Úrslitið er, at kinesiski búskapurin er øktur úr 10% upp í 65% av tí ameri-kanska eftir bert 30 árum, hóast USA eigur fleiri hundrað og Kina bert 5 Nobel-vinnarar. Trump legði revsitoll á allar kinesiskar vørur innfluttar til USA.

CCP, við hasi sleiskna voksskortinum, XI Jin-Peng á odda, ringdi seg sum ein ormur, tá teirra handilssvik móti heiminum fekk fylgjur. Xi mátti krúpa til kross-in og binda seg at hækka sín innflutning úr USA við $ 250 mia árliga. 

Sáttmálin varð endiliga undirskrivaður mitt í január í ár - tó við teirri treyt, at um onkur ‘náttúruvanlukka’ ella tílíkt hendi, so bant sáttmálin ikki Kina.

CCP var so hart kroyst, at Xi longu í 2019 fyrireikaði at úflyta Corona smittu, sum teir høvdu ment á eini bakteriologiskari royndarstovu í býnum Wuhan (forrestin við amerikanskum fíggjarligum stuðli eftir boðum frá Obama. 

CCP sendi í január milliónir av CV-smittaðum kinesarum til Evropa, USA o.o lond, men steðgaði samstundis allari innanlands flúgving úr Wuhan. Kina hevði tá keypt undir seg alla heimsins smittuverju, so trot av tí var allastaðni.

So devilsettir eru hesir kommunistar, at Xi avtalaði við Dr Tedros, leiðara í WHO, heilsustovni STs, at dylja sum Kina, hvussu drepandi CV er. 

Hesin Dr. Tedros er etiopiskur kommunistur (eins og føroyski læknin Shahin Gaini smbr. FB vanganum), fyrr heilsumálaráðharri í afrikanska pestholinum, har hann kávaði út yvir 3 landfarsóttir av kolera, sum kostaðu ótald mannalív.

Dr. Tedros fær eisini løn frá Xi og er líka korruptur, sum hann sær út og ber seg at. Hevði nakað fantilsi verið á ST, fekk hann fótin í afturpartin straks.   

Trump var tó skjótur til at steðga allari flogferðslu millum USA, Kina o.o. illa smittað lond, eitt nú Italia, sum hevur havt nógv samband við Kina.

Demokratiski flokkurin í USA stuðlar Kina ímóti USA fyri at skaða Trump, nú forsetavalið nærkast. Corona hevur tískil tikið eina syndarliga vend har av politiskum ávum. Men vit venda aftur til mentanarliga borgarakríggið í USA.

Vit enda henda stubban við at nevna, at júst í dag, 6. aug, eru 75 ár, síðan Harry S. Truman, forseti í USA, gjørdi av at brúka A-bumbuna í Hiroshima (og 9. aug í Nagasaki), kostaði eini 350.000 japansk lív, men sum endaði 2. Heimskríggj. Um USA hevði noyðst at gjørt innrás í Japan, hevði tað kostað 1 mió amerikansk hermanna- og 5 mió. japansk serliga sivil lív. 

Higartil hevur bakteriologiska ‘bumban’, sum CCP við Xi Jin Peng á odda fyri lívstíð, slepti yvir mannaættina og royndi at dylja, rakt 20 mió fólk og dripið 800.000, umframt túsundtals mia kr í mistum búskapi og komandi mannalív. 

Kina roynir at sleppa undan at gjalda avleiðingirnar fyri hesa ideologisku beistagerð. Um Vestanlond ikki tvinga devlarnar í Peking til svars, so vinnur Kina 3. Heimskríggj, sum kommunistarir har longu hava byrjað.

Gud náði Vesturheimin og okkum øll, um Trump tapir, og Biden vinnur forset-avalið í nov. Biden er í dag góður fyri $ 15 mió, hóast hann bara hevur fingið fasta mánaðarløn sum politikari. Hann er líka korruptur sum Dr. Tedros og í lummanum á kinesiska kommunistaflokkinumog hansara við 90 mió limum. 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Dagur og vika eigur at koma við eini umbering
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Samrøða: Jógvan Poulsen, USA-fjeppari
Farmurin var sandur, grús og bátar
Samrøða: Pál Weihe um Koronavirus
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Úr bandasavni­num: Samrøða við Olga Jóhanna Magnussen
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Grísarnir flúgva, áðrenn flogferðslan verður CO2-frí
Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar
Eitt er neyðugt
Dimma.fo loysir
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi