Tjóðveldi - "Útlendsk hernaðarstøð verður sett upp í Føroyum í skugganum av koronu"
Tjóðveldi vil vera við, at samgongan heldur arbeiðir við donskum uppskoti um at seta útlendska hernaðarstøð upp í Føroyum - enn at brúka orku upp á at fáa enn betur tamarhald á støðuni við korona.
Flokkurin sigur, at tað í gjár kom fram, at hendan radarstøðin kemur av, at USA og Donald Trump hava trýst danskar politikarar, at fáa skil á (í gásareygum) “síni landaøki” í Arktis.
Føroya fólk er ikki eftirspurt. Løgtingið er ikki eftirspurt. Her er ongin virðing fyri fólkaræði, lógum og reglum, sigur Tjóðveldi
- Vit í Tjóðveldi vilja taka fult ræði á okkara landi og okkara loftrúmi. At vit sjálvi reka radaravirksemi úr Føroyum, sum kann gerast góð inntøkukelda og skapa nógv vitanarstørv og aðrar tænastur. Okkara støða er ein einastandandi møguleiki, til at taka egna ábyrgd og menna okkara land og tjóð, skrivar Tjóðveldi í tíðindaskrivi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur