Danski Veganaraflokkurin komin til Føroya - herferð móti grindadrápi
Fleiri av fremstu fólkunum í nýstovnaða danska flokkinum, Veganerpartiet, eru í Føroyum í hesum døgum. Eftir øllum at døma ætla tey at skjalprógva grindadráp. Flokkurin hevur nevniliga sett sær fyri at steðga grindadrápi í Føroyum, kemur Veganerpartiet inn á Fólkating.
Samstundis sum fleiri í nýggja danska flokkinum, teirra millum formaðurin, Michael Monberg, eru í Føroyum, hava tey sett eina herferð í gongd á sosialu miðlunum.
Veganerpartiet hevur millum annað gjørt tvær rammur, sum fólk kunnu brúka til vangamynd á Facebook. Á rammunum stendur: “Danes against the grind”, “Latið grindina liva”, og “Jeg er imod grindedrab”. Flokkurin brúkar eisini tvíkrossin, ella hashtaggið, #stopthekilling, sum skal breiða boðskapin um at steðga grind longur út í heim.
Á sosialu miðlunum samanber umboð fyri flokkin grindadrápið við tarvafikting í Spania og við Yulin-hundafestivalin í Kina. Yulin-hundafestivalurin er kendur fyri at selja hundar og kettur sum mannaføði.
Myndband um at steðga grindadrápi: https://www.facebook.com/casperhilt/videos/334796534594050
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur