Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

SAMKOMA INNAN GLYVUR/SKÁLA - loyst var úr lagdi!

Átrúnaður | 16/08-2020 10:00

Hetta er fínastova hjá Ommu á Glyvur, (Poulina Djurhuus) har eg var nógv sum smádrongur, serliga í fimtiárunum. Tað var í hesi stovu og við hesum møblunum, at samkoman Innan Glyvur byrjaði fyri 49 árum síðani, á heysti 1971.
Skjótt varð stovan ov lítil og tað varð flutt inn til abbabeiggja mín Anton og Karolinu Djurhuus eisini Innan Glyvur. Í 1979 flutti samkoman inn í spildurnýggjan sal á Skála, NERIJA, har samkoman er í dag. Omma og pápabeiggi mín Emil góvu loyvi til at hava breyðbróting í húsum teirra, sum tey eisini eiga stóra tøkk fyri.
Til fyrstu breyðbrótingina vóru hesi: Omma, Karolina og Anton Djurhuus, Steinvør og Arnhold Olsen, og eg sjálvur. Hetta fyrsta møti var meiri sum ein roynd, men avgjørt var at hava tað aftur fylgjandi sunnumorgun, og tá vóru vit tey somu á møti + tríggir synir hjá Steinvør og Arnhold; og síðani tá hevur breyðbróting verið Innan Glyvur og seinni á Skála í 49 ár. Komandi heyst, 05. september, verða tað 50 ár síðani samkoman í Nerija byrjaði Innan Glyvur.

LEGÐIST AFTURAT
Tað, sum var so ómetaliga hugaligt, var, at tað legðist so skjótt afturat. Fólk á Selatrað, Morskranesi, Strondum, Skála, Skálabotni og Funningsbotni góvu seg til kennar, at tey ynsktu at vera við til breyðbrótingina, sum byrjað var Innan Glyvur. Um hetta mundi komu eisini nøkur til trúgv og gjørdust ein partur av hesi lítlu samkomu, og onnur, sum høvdu vitnað um frelsuna fyri fleiri árum síðani lótu seg doypa.
Av hesi orsøk gjørdist ”Fínastova” hjá ommu og stovurnar hjá Anton og Karolinu ov trongar, og skjótt fór samkoman at tosa um grundstykki til sal, sum gjørdist ein gleðiligur veruleiki í 1979.

BARNAMØTIR
Samstundis sum breyðbróting byrjaði í húsinum hjá ommu, so byrjaðu eisini reglulig barnamøtir annanhvønn týsdag í húsunum hjá Anton og Karolinu. Tað var Steinvør hjá Arnhold, sum stóð fyri barnamøtunum, og tað komu yvir 20 børn. Innbjóðingar vóru sendar í øll húsini á Glyvur, tey uttastu húsini á Skála og tey innastu húsini á Strondum. Hetta var eisini eitt frambrot úr nýggjum við tað, at regluligt barnaarbeiði ikki áður hevði verið í bygdini.
Eg vil leggja hetta afturat, at tað, sum her er skrivað er ein týðandi partur av bygdasøguni hjá bygdunum Innan Glyvur og Skála - hetta var eitt frambrot har loyst varð úr lagdi! Vanvirð ikki tað, sum byrjað verður í smáum!

Uttanfyri húsini hjá Karolinu og Anton Djurhuus Innan Glyvur eftir eitt morgunmøti sunnumorgun fyri mongum árum síðani. FYRSTA RAÐ FRÁ VINSTRU: Kraus Joensen og Mattias Petersen, báðir av Selatrað. Menning Jacobsen, Morskranes og tvey børn hjá teimum. Victor, sonur Steinvør og Arnhold Olsen. Anton og Karolina Djurhuus og Poulina Djurhuus. MIÐRØÐIN FRÁ VINSTRU: Demmus og Bette Brimsvík, Strendur, Sonja Jacobsen, Morskranes, Jóanis og Jóhanna Sørensen, Skála og Steinvør Olsen, Skála. AFTASTA RAÐ FRÁ VINSTRU: Mortan Justesen, Morskranes, Petur og Hans, synir Jóhonnu og Jóanis Sørensen. Arnstein, sonur Steinvør og Arnhold Olsen, Jan Bech, Skála og Arnhold Olsen. Eg taki myndina sjálvur. Tá var einki, sum kallaðist SELFIE!
 
Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
- tlf: +298 228314

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi