Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Føroya fyrsta hotel stendur her (fleiri myndir)

Innanlands, Mentan | 24/08-2020 10:00

Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn greiðir av og á frá, um ein ávísan lut, sum savnið hevur. Luturin hesaferð er ikki ein lutur, men eitt hús. Føroya fyrsta hotel.

Húsið er Gestastovan, sum er ein ímynd av Tvøroyri, saman við Doktarahúsinum, Faktorhúsinum og gomlu Thomsens bygningunum.
Gestastovan varð bygd í 1843, sum vistarhús til fólk, sum komu til handils á Tvøroyri. Um ta mundið vóru bert Kgl. einahandilin, pakkhús og faktorhúsið á Tvøroyri. Doktarahúsið kemur í 1852. At fara til handils a teimum døgum var ikki heilt vandaleyst, sum veðrið broytist og ein kundi gott standa hjálparleysur til gongu ella við báti.

Tí varð Gestastovan bygd. Í samskifti millum Pløyen amtmanni og Jákup Nolsøe forvaltara frá 20. septembur 1843, verður húsið at roknað sum liðugt og at kunngerðin frá amtamminum skal upp at hanga, at boða frá reglunum. Endamálið við sjálva bygninginum sæst týðiliga í kunngerðini og í skrivinum millum forvaltaran og amtmannin. Kunngerðin kann lesast á úthurðini á Gestastovuni í dag.

"Til bequemmelighed for den handelssøgende Almue ved Tveraae er der, nærved Pakhusene, bleven opført et hus, hvori menneskene kunne finde, det nødvendige husly og natteleie, samt bjærge deres gods..."

Hetta kom væl við hjá fólki, sum kom til handils, bæði um veðrið broytist ella sum hvíldarstaður, og í húsinum var ein lampa og grýta, og koyggjur. Fyri at kunna gista í húsinum, skuldi man sum vitjandi sjálvur hava brenni, lýsi og hoyggj við. Somuleiðis varð varskógvað vitjandi, at tey slkulu fara væl um seg og húsið.

Í kunngerðini frá Pøyen amtmanni lesa okur: "...jeg hermed venligt opfordrer Sudereøens beboere til, at være omtrentlige og reenlige, naar de søge tilflugt i dette huus; men jeg vil dog ogsaa tilføie, at, dersom nogen beviseligen besudler Bygningen, eller der tillader sig nogen Uorden, skal han blive alvorligen straffet."

Ein so álvarsom ávaring varð tó ikki fylgd, tí tá húsið saman við handlinum og pakkhúsinum verða seld til Thomas Frederik Thomsen í 1856, stendur í uppgerðini fyri søluna, at húsið er forfallið og treingir til ábøtur. Álvarsama revsing hava fólk valla fingið frá Pløyen.
Húsið hevur leingi verið í nýtslu, har fólk siga, at tað hevur bæði verið nýtt, sum goymsla og at fólk hava bú í húsinum í longri tíð. Nú verður húsið varðveitt, sum tað upprunaliga var í 1843. Í 2016 var fornfrøðiligur útgrevstur av gólvinum í húsinum gjørdur, har funnið varð fram til, hvussu uppruna gólvið og koyggjurnar vóru. Eisini var ein grýta og leivdur av eldstaði funnið. 3D mynd av útgrevstinum sæst við at fylgja leinkið:

https://sketchfab.com/…/gestastovan-thomsen-tvroyri-3426dbd…

Í 2017 varð farið í gongd at umvæla og ístandseta bygningin og annað kann ikki sigast, at tað hevur eydnast væl. Væl ber til at vitja Gestastovuna, um ein vitjar Tvøroyrar Bygda og Sjóvinnusavn.

Ein søga um gisting í Gestastovuni er niðurskrivað her á savninum. Hetta skuldi vera áðrenn fyrra veraldarbardaga.
Tveir gestir høvdu havt kenning, og tann eini hevði havt eina stóra lummafløsku í buksulummanum, men var so áhálsin, tá hann skuldi siga frá søgu. at hann datt, soleiðis at fløskan brotnaði og alt brennvíni úr fløskuni. Hetta var ólukkulig støða. Maðurin var so tystur, at brennivín mátti hann fáa og gjørdi tí skjótt av, skræddi lumman úr buksunum og át lumman.

Kunngerðin og brævið hevur savnið fingið frá Tvøroyrar Skjalasavn. Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe hava týtt Pløyenskt til danskt (torført at lesa skriftina hjá Pløyen)

 

Tað skrivar Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn á facebook. 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi