Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

170 ár í dag síðan hvalbingar keyptu Lítlu Dímun

Innanlands, Mentan | 24/08-2020 12:00

Tað var tann 24. august í 1850 at hvalbingar keyptu oynna á almennum uppboði í harðari kapping við Mortensen, einahandilin á Tvøroyri. Tað sigst, at allur peningurin í bygdini var brúktur til keypið. 

Fjallgonga er tríggjar ferð árliga, vár, summar og um heysti. Í dag eru 44 eigarar, sum seta stóran heiður í at røkja oynna væl. Hesi seinnu árini hava teir eisini skipað fyri túrum við ferðafólki út í oynna, m.a. fyri at skaffa pening til viðlíkahald og ábøtur. 

Heimasíðan heimabeiti.fo skrivar soleiðis: 

Lítla Dímun er okkara minsta oyggj - 0,84 kvadratkm. til víddar og mett til 24 gyllin. Hægst er Kollurin, sum er  414 m høgur.

Til 1852 var Lítla Dímun kongsjørð, men trupult var at fáa nakran at festa oynna, av tí at hon er ógvuliga ring at koma í og úr og hartil er ógvuliga bratt og illgongt. Suðuroyingar og einamest menn í Hvalbiar sókn høvdu tó havt oynna til leigu.

Eftir at kongur hevði avgjørt at selja oynna, varð uppboðssøla í Hvalba 24. august 1850. Hægsta boð, sum var 4.820 rbd. ella kr. 9.640,00, áttu menn í Hvalba og Sandvík, sum í felag høvdu tikið seg saman at fáa oynna.

Einki at ivast í, at hetta hevur verið nógvur peningur tá í tíðini.

Ein av orsøkunum um, at boðið varð so høgt, skuldi vera, at faktorin í kongliga handlinum á Tvøroyri bjóðaði móti monnunum í Hvalba og Sandvík.

Lítla Dímun varð latin teimum í Hvalba og Sandvík í arvafesti, og lótu teir sum keyparar 40 kr í arvafestigjaldi um árið umframt 10 kr. hvørja ferð, oyggin skifti eigara.

Hesin peningur var í 1911 loystur við kr. 1.000,- eina ferð fyri allar, og Lítla Dímun bleiv ogn hjá fólki í Hvalbiar sókn.

Lítla Dímun hevur ongantíð verið búpláss og hevur heldur ikki verið dyrkað. Úr Føroyingasøgu vita vit, at oyggin eisini varð brúkt til neytahald, men í nýggjari tíð tó bert brúkt til seyðahald og fugl og hevur tí frá uppruna ikki havt nakað markatal. Hetta kemst av, at markatalið upprunaliga hevur verið knýtt at bønum. Uttangarðs er økið, sum liggur aftur at bønum.

Eigararnir í Lítlu Dímun ásettu sjálvir markatalið 24 gyllin, sum býtisgrundarlag. Vanliga verður sagt, at oyggin er 48 hálvgyllin, og kemst hetta av, at tað kunnu verða upp í 48 eigarar í oynni. Tó eru eigarar, sum eiga heila gyllin.

3 búpláss eru í oynni: eitt rakstrarhús, eitt fleygingarhús og so gamla hellið.

Oyggin ber 280 áseyðir og verða tað brúkt 7 ymisk seyðamark, eitt hvørt árið fyri at hava skil á aldrinum.

Í Lítlu Dímun var eitt serligt seyðaslag, sum líktist geitum. Seyðurin var svartur og snøggur og var heldur minni enn seyðurin, sum er nú í oynni.

Seyðurin var ógvuliga styggur og ringur at fáast við. Nøkur ár eftir tað, at hvalbingar høvdu keypt oynna, tóku teir henda seyðin av.

Teir fingu tó ikki allan seyðin í rætt, og tað sum tá gekk eftir, varð skotið niður.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi