Kommunuvalið: Stillar Annika Olsen upp í heyst ?
Beint eftir kommunuvalið seinast var semjuni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um at skipa samgongu, men so hálsaði Fólkaflokkurin um og skipaði samgongu við Tjóðveldi og Framsókn.
Tað var ikki minsta rumbli av tí.
Fólkaflokkurin fekk borgarstjóran, og Annika Olsen bleiv borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Framsókn hevur formanssessirnar í Trivnaðarnevndini og Eldranevndini. Tjóðveldi, fekk formansskapin í øllum hinum nevndunum uttan vinnunevndini.
Fólkaflokkurin fekk formanssessin í vinnunevndini og borgarstjóran.
Tað hevur ljóða, at Annika Olsen stillar uppaftur, men onnur siga, at hon velur at fara aftur í Tingsessin, sum hon valdi at fara í farloyvi úr.
Hvørt hon stillar upp ella ikki, tað vil Annika ikki úttala seg um, tí "hjá okkum er tað so, at tá listin er liðugur, ja so verða øll valevnini kunngjørd í senn, so einkult er tað", sigur borgarstjórin í Havn, tá vit ringdu til hana í gjár.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur