Kommunuvalið: Eyðdis "eg stilli ikki upp til kommunuvalið"
Tað er greitt eftir at R7.fo hevur gjørt eina kanning, um hvørjir borgarstjórar halda fram eftir 1. januar 2021.
Í longri tíð hava miðlar spurgt Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra í Vága kommunu, hvør hon stillar upp ella ikki, tað svarið hevur mangla. Men nú sigur Eyðdis, at hon stillar IKKI upp til kommunuvalið í heyst, tí hon vil aftur í privata starv sítt.
Hin borgarstjórin í oynni, borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen sigur við R7.fo, at tann støðan er ógvuliga greið. Hetta hevur verið ein góð tíð, men tað er langt síðani eg tók støðu til kommunuvalið í heyst. Eg havi avgjørt ikki at stilla upp til kommunuvalið í november, sigur fráfarandi borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen.
Sostatt stilla hvørki borgarstjórin í Sørvágs kommunu ella Vága kommuna uppaftur.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur