Myndarøð hjá Dávur Winther: Kvinna við róðrið
Tað var ein hugnalig, fjálg og viðkomandi løta Úti í Víkunum seinnapartin í dag, tá ið standmyndin eftir Fridtjof Joensen - væl stuðlað av vinnuni her norðuri - varð avdúkað av Bernhardinu, dóttir listamannin og myndahøggaran, Fridtjof Joensen.
Og enn betur at hetta so eisini var júst á 100 ára degi listamansins.
Tá ið so verður hugsað um, at standmyndin er skalerað upp við teldutøkni frá uppruna forarbeiði hjá Fridtjof úr gipsi, og hon tá ikki er meir enn 20 cm til hæddar – so er talan um sera væl úr hondum greitt bronsustoypiarbeiði í Svendborg, á Skulpturstøberiet.
Tað vóru menninir handan Sjómannadagin, sum loftaðu hugskotinum hjá Edwardi Fuglø um at taka eitt av uppskotunum hjá Fridtjof Joensen og gera tað til eina rætta standmynd.
Tað var ikki hálvtalað orð, so høvdu 19 størri og minni bátar úr Klaksvík stuðlað verkætlanini so væl, at tað lat seg gera at fremja standmyndina í verki.
Nú stendur hon so á horninum Víkavegur – Kommunubrekkan og prýðir um í einum gomlum ”útróðrar- og sjómannakvarteri”, sum sær nakað annarleiðis út enn í 60- og 70-unum.
Fridtjof gjørdi hetta uppskotið í 1975 og kann orginalurin til standmyndina, sum bert er 20 cm høg, síggjast í Miðlan inni á kommunuskrivstovuni allan september mánaða.
Jú, av sonnum enn eitt klípi til at fríðka um í býi okkara.
Skráin fyri tiltakið í dag var henda:
Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt røðu og takkaði stigtakarum og stuðlum fyri standmyndina.
Ingibjørg Hansen sang meðan Magni Husgaard spældu undir á klaver tríggjar sangir millum tær ymsu røðurnar.
Oliver Joensen segði frá vegna Føroya Sjómannadag um tilgongdina av verkætlanini at fáa framt standmyndina í verki.
Bernhardina Klein avdúkaði standmyndina og takkaði stigtkarum og stuðlum.
Síðani hugleiddi Karin Kjølbro um stillføra og lítilátna listamannin, Fridtjof Joensen, sum gjørdist góður við eina av arbeiðskonu teirra, Karin Eliasen, ið seinni gjørdist kona Fridtjof. Eisini um hansara mongu listaverk og standmyndir, sum standa víða um í Føroyum.
At enda takkaði Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini fyri og tók millum annað til, ”Kvinna við róðrið er nú staðsett í Víkunum. Tit, ið her búgva, mugu taka væl ímóti henni og kenna ognarskap. Kvinnan, ið eigur lívið í okkum, kennist eisini við okkum”.
Tekstin og tær flottu myndirnar eigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu.
Mest lisið í farnu viku

Toskur leypur á æðublik

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Kokkurin er færeyingur

Bjarni

Fara nú á kalvaveiðu

Is Fake News a Myth?

Petur Oluf Hansen - pionerur

Tunnilsgjald

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Dúvugarðar

Ein brokkmanslestur.

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Sjey nýggir býráðslimir

Hestur aftur gloymd

Stroyming av jarðarferð 19. januar
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











