Alexandur í 10 ár og nú tók Rúni Rasmussen við
Tríggir nýggir limir blivu valdir í nevndina hjá StÍF á aðalfundinum, sum varð hildin 25. august.
Nýggj í nevndini eru Teitur V. Nilssen, Jóannes E. Markná og Rúni Rasmussen. Úr nevndini fóru Jóannes A. Prestá, Poul Kári Simonsen og Alexandur Johansen. Alexandur hevur verið formaður í 10 ár.
Hini í nevndini eru: Jón L. Rasmussen, Janneth Heinesen, Paula Berg Høgnesen og Elin Maria Bærentsen.
Nevndin hevur skipað seg. Nýggjur formaður er Rúni Rasmussen, næstformaður er Jóannes E. Markná, peningarøkil er Paula Berg Høgnesen og Elin Maria Bærentsen er skrivari.
StÍF takkar fráfarnu limunum fyri tað stóra arbeiðið, sum teir hava gjørt fyri at menna felagið. Og StÍF ynskir nýggju nevndini góða eydnu í arbeiðinum at menna og styrkja felagið enn meira.
StÍF.fo
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur