Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

PETER MAIDEN - Internationalur OM-leiðari í 13 ár

Kristiligar Tíðindasendingar | 06/09-2020 10:00
Samrøða í IKTUS nov. 2012

Týsdagin 14 juli komu deyðsboðini av einum av oddamonnunum innan OM (Operation Mobilisation) Peter Maiden. Tí eru tað nógvir føroyingar, bæði í Føroyum og í Danmark, sum kenna hann og koma at kenna saknin eftir hann. Hann og konan vitjaðu í Føroyum í 2012.

Peter Maiden var Onglendingur. Føddur í norðurenska býnum Carlisle í apríl 1948, har hann eisini vaks upp. Hann var so statt bert 72 ára gamal, nú hann legði frá sær.

Hann var sonur ein kendan prædikumann í Onglandi, og tað er júst prædikugerningurin, sum hevur verið lívsluturin hjá Peter Maiden, og tá serliga innan OM.

Tá grundleggjarin av OM, George Verwer, legði frá sær sum altjóða leiðari hjá OM í 2003, tá var tað Peter Maiden, ið tók yvir sum altjóða leiðari hjá OM. Hetta starvið røkti hann í 10 ár, tá hann í 2013

fór frá sum altjóða leiðari. Tað var sum altjóða leiðari innan OM, at Peter Maiden vitjaði í Føroyum í november í 2012. Tey eru mong, sum minnast hann frá hesi vitjan, tá hann hevði fleiri seminar í hølunum hjá Dansifrøði í Gundadali.

VÆL ÍLATIN

Peter Maiden var væl ílatin til uppgávuna sum altjóða leiðari frá 2003 til 2013, tí longu í 1974 gjørdist hann ovasti OM leiðari í Stóra Bretlandi, sum hann røkti í 11 ár til 1985, tá hann gjørdist altjóða varaleiðari innan OM, sum hann hevði í 17 ár inntil 2003, tá hann tók uppgávuna eftir George Verwer og gjørdist ovasti altjóða leiðari tey næstu 10 árini. Í 2013 handaði hann altjóða leiðarapostin til Lawrence Tong úr Singapore. Peter Maiden hevur so statt havt ábyrgdarfull og krevjandi leiðarastørv innan OM (Operation Mobilisation) í 38 ár.

Hesi seinastu árini hevur hann tó ikki ligið á latu síðuni, tí hann hevur ferðast nógv í prædikugerninginum innan OM høpi, men seinasta árið hevur hann verið merktur av sjúku.  

At Peter Maiden ikki er meir millum okkara kenst sum ein tungur saknur og missur í tí stóra skaranum av fólki, sum eru við OM um allan heim. Ikki minst er tað George Verwer sjálvur, sum kennir stóran sakn. George skrivar í einum minnisriti soleiðis: “Tíðina hann var altjóða varaleiðari í OM saman við mær, tá var tað hann, sum bar størra partin av byrðuni. Hann tók trupuleikarnar, meðan eg tók signingarnar!”

Meðan Peter Maiden vitjaði í Føroyum hevði kristiliga sjónvarpsstøðin IKTUS samrøðu við hann, sum eisini varð send um tað mundi fyri 8 árum síðani. Í samrøðuni hevur hann eina breiða biografiska lýsing av einum spennandi lívi. Seinast í samrøðuni hevur hann eina persónliga heilsan til føroyska fólkið. Sjónvarpssamrøðan við Peter Maiden var endursend í Iktus fyri einum mánaða síðani, og hon er júst nú løgd út á Youtube og kann hoyrast har. Tú kanst leita inni á Youtube við at skriva: IKTUS, Peter Maiden.

Peter Maiden fór til gravar mánadagin 20. juli. Orsaka korona var tað ein lítil familjujarðarferð, har George Verwer hevði minnisrøðuna. Minnisgudstænasta verður hildin seinni í ár.

Peter Maiden skrivaði fleiri bøkur og seinasta bókin er farin til prentingar og kemur seinni í ár. Eftir hann situr konan Win og teirra trý børn og 10 abbabørn. Peter og Win búðu í býnum Kendal í Norður Onglandi.


Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus 
gjaranes@gmail.com

 


Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi