Føroyskur banki í uppskoti at vinna ”Årets Digitale Finansvirksomhed”
Tann 10. september verður ráðstevnan ”Årets Digitale Finansvirksomhed” hildin í Keypmannahavn, og í tí sambandi er BankNordik í uppskoti at vinna báðar virðislønirnar, ið verða latnar á ráðstevnuni:
Bestu talgildu kundaloysnir
Ársins talgilda fíggjarfyritøka
BankNordik er tilnevndur í bólkinum ”miðalstórir peningastovnar” saman við Jutlander Bank og Middelfart Sparekasse.
Í ár er tað 5. ferð, at ráðstevnan varpar ljós á talgildu menningina í danska fíggjargeiranum. Á ráðstevnuni fáa fíggjarfyritøkur viðurkenning fyri tey bestu avrikini, tá ið ræður um at geva kundunum betri talgildar upplivingar.
”Vit eru fegin um, at okkara arbeiði við m.a. heimasíðu, sosialum miðlum og Netbanka vekir ans. Sama um vit vinna ella ei, so er tilnevningin eitt herðaklapp, sum ger tað hugaligari at halda fram at menna talgildar loysnir til kundarnar,” sigur Turið F. Arge, rakstrarstjóri í BankNordik.
Tað skrivar banknordik.fo
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur