Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Longt sáttmálan við HB

Innanlands, Ítrottur | 09/09-2020 17:00

Uppá bara góðar 5 mánar, er hann farin frá at spæla í 1. deild, til at skora í eini grannauppgerð og at spæla Europa League. So her er hent nógv uppá stutta tíð.

Hilmar Leon Jakobsen hevur í dag longt sáttmálan við HB, so at hann nú er galdandi til kappingarlok 2022.

Tað var kanska heldur óvæntað fyri summi, tá Hilmar Leon brádliga stóð á dómaraseðlinum, í útidystinum ímóti ÍF í juni. Liðið var hart rakt av skaðum, serliga í álopspartinum. Hann kom inn og gjørdi mun beinanvegin, og fekk so ein sáttmála, galdandi restina av hesum kappingarárum.

Uppá bara góðar 5 mánar, er hann farin frá at spæla í 1. deild, til at skora í eini grannauppgerð og at spæla Europa League. So her er hent nógv uppá stutta tíð.

– Tað hevur verið ein stuttlig og avbjóðandi tíð. Men at spæla fótbólt á høgum støði aftur, er tað sum telur mest hjá mær, sigur Hilmar Leon.

Við 4 málum í 9 dystum, má sigast at hann veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot. Evnini hava altíð verið eyðsýnd, men skaðar hava darvað nógv, og tað er ein av orsøkunum til at hansara gjøgnumbrot er komið luftalsliga seint. Men miðvís og røtt venjing, hava virkað við til at hann nú merkir lítið og einki til skaðarnar.

– Eg havi sum so einki merkt til skaðarnar. Eg havi verið eymur onkuntíð, men í góðum samstarvi við venjararnar, havi eg lært at lurta eftir kroppinum.

Hevur ongantíð slept fótbóltsdreyminum
Hilmar Leon hevur flestum kunnugt spælt hondbólt, har hann hevur verið ein av berandi kreftunum hjá H71. So hví fer man frá at spæla á landsliðnum í hondbólti, til nærmast at byrja frá null í fótbólti?

– Stutt og greitt, so hevur tað altíð verið dreymurin hjá mær at spæla fótbólt. Um eg ikki var blivin skaddur sum yngri, so hevði eg valt fótbóltin fram um alt annað. Eg havi haft nógv góð upplivilsir í hondbóltinum, men tá man fær ein møguleika sum hendan, nærmast burtur úr ongum, so tekur man av. Tí havi eg skrivað undir nýggjan sáttmála, og satsi nú 100% uppá fótbóltin.

Venjarin fegnast
Berthel fegnast um at Hilmar Leon eisini verður at finna í hópinum í næsta ár.

– Hann er eitt stórt talent, sum tíverri bleiv steðgaður av skaðum í einum ungum aldri. Tíbetur er hann komin so væl fyri seg, at hann nú sleppur at vísa seg fram.

At koma burturúr nærmast ongum, og so til at spæla á besta liðnum í felagnum, er nakað sum krevur hart arbeiði. Og tað er eisini nakað sum Hilmar Leon hevur víst.

– Frá fyrsta degi hevur hann víst ein ótrúligan vilja. Ein vilja at prógva seg. Hann er ikki komin her bara til stuttleika, men hevur arbeitt ótrúliga hart fyri at náa síni mál. Hann hevur verið dystaravgerðandi, og tað prógvar at hann hevur evnini at vera við her, leggur Berthel afturat.

Vit ynskja Hilmar Leon til lukku við nýggja sáttmálanum, og fegnast um at hann hevur valt at halda fram í reyð/svørtu troyggjuni.

HB:FO


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi