Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Samrøða: Magni Mohr frá Fólka­heilsuráð­num, um heilsu sum heild í føroyum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Heðin Mortensen, um stress, motión og matvanar sum aktivur 74 ára gamal maður
Ymiskar sendingar
Samrøða: Rani Andrasson Skaalum, sum hevur megna at tapt seg og hildið vektina niðri
Nova
Samrøða: Bjarni Johansen og Jens Rói Sørensen um fótbóltin í Suðuroynni
Nova
Samrøða: Svein í Prestgarði, um avbjóðingar­nar, ið lívið sum tónleikari hevur við sær.
Nova
Samrøða: Kristin Michelsen, borgar­stjóri á Tvøroyri
Nova
Samrøða: Brynjer Johannesen, um rúsevnisvandan millum ung í dag
Nova
Samrøða: Finnbogi Danielsen um hvussu handilslívið í Suðuroynni er broytt seinastu árini
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (1) - 25. sept. 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nova
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
EvR
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Tróndheim 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Lýsing

Almenn umsiting: Keypt fyri 34.000 kr. í møblum, møblarnir vóru ongantíð móttiknir

Innanlands | 10/09-2020 09:01
savnsmynd

Eitt mál hevur eisini verið ímillum Landsverk og eina fyritøku, ið legði nýtt teppi á í Tinganesi í 2014 fyri slakar 200.000 kr. Sambært Løgmansskrivstovuni vísti tað seg eftir stutta tíð, at arbeiðið var ikki nøktandi, og drúgv togtogan hevur verið ímillum Landsverk og veitaran.

Á hvørjum ári letur Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing sína í sambandi við, at løgtings-grannskoðararnir skulu leggja landsroknskapin fyri Løgtingið til samtyktar. Fremst í flestu frágreiðingum er eitt brot, sum er av almennum slagi. 

Frágreiðingarnar verða lagdar til viðmerkingar fyri tey landsstýrisfólk, sum umsita avvarðandi øki. Niðanfyri eru allar ársfrágreiðingar tøkar aftur til 1989-91.

Her er brot úr ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri fíggjarárið 2019: 

Landsverk hevur gjørt avtalur við nakrar handverkarafyritøkur um tímaprís á 350 kr. umframt MVG. Fyri fleiri av størru arbeiðstøkunum er eingin skrivlig avtala.

Løgmansskrivstovan hevur kunnað um, at tey hava tikið spurningin upp við Landsverk, sum viðurkennir, at tað er ikki nøktandi, og at Landsverk sigur seg vilja tryggja, at allar avtalur verða skjalfestar í framtíðini.

Landsverk hevur ikki skrivliga avtalu við Løgmansskrivstovuna, hvussu avrokningin ímillum Landsverk og løgujáttanina skal gerast.

Innbúgv

Landsverk hevur keypt størsta partin av innbúnum frá einari fyritøku, uttan at tað er boðið út. Landsverk váttar og leysgevur rokningarnar; hvørki Landsverk ella Løgmansskrivstovan hava kannað, um vørurnar eru latnar.

Landsgrannskoðanin kannaði, um innbúgvið, ið er keypt í 2017 og 2018, var til staðar. Vit staðfestu saman við Løgmansskrivstovuni, at eitt borð, ein stólur og ein sofa fyri tilsamans 34 t.kr. vóru ikki at finna. Niðurstøðan var, at vørurnar ongantíð vóru móttiknar.

Landsverk hevur verið í sambandi við veitaran og fingið kreditnotu upp á innbúgvið, sum vantaði, og upphæddin er inntøkuførd í 2019.

Í desember 2019 hevur Løgmansskrivstovan greitt frá, at sum eina eyka trygd hevur hon gjørt eina nýggja mannagongd viðvíkjandi góðkenning av rokningum fyri “leysar” lutir so sum møblar. Húsavørður í Tinganesi skal nú eftirkanna, at vøran er móttikin fyri síðani at góðkenna samsvarandi rokning. Løgmansskrivstovan væntar, at tað
minkar um vandan fyri at samsvar ikki er millum vørur, avtalur og rokningar.

Eitt mál hevur verið ímillum Landsverk og eina fyritøku, ið legði nýtt teppi á í Tinganesi í 2014 fyri slakar 200 t.kr. Sambært Løgmansskrivstovuni vísti tað seg eftir stutta tíð, at arbeiðið var ikki nøktandi, og drúgv togtogan hevur verið ímillum Landsverk og veitaran. Niðurstøðan er, at Landsverk skiftir teppið, og krevur veitaran eftir endurgjaldi.
Sambært Løgmansskrivstovuni er trupult at meta um, um tað eydnast Landsverki at krevja pengarnar inn.

Tíðaravmarkingar
Roknskapirnir fyri 2018 og 2019 eru ikki rættir, tí góðar 120 t.kr., sum hoyra til 2018 eru bókaðar í 2019. Eisini er ógreitt, nær innbúgv fyri 357 t.kr., sum er fakturerað í 2017 og bókað í 2018, er latið.

Løgmansskrivstovan hevur greitt frá, at sambært Landsverki fer stovnurin at fáa viðurskiftini í rættlag, við at nýta fíggjarstýringsskjalið, sum var ment í 2019. 

Aðrar viðmerkingar
Løgmansskrivstovan hevur greitt frá, at hon fylgir við tilgongdini hjá Fíggjarmálaráðnum viðvíkjandi nýskipan av Landsverki. Tá ið tað arbeiðið er liðugt, fer Løgmansskrivstovan at meta, um neyðugt er at gera broytingar í mannagongdunum, sum tey fylgja, tá ið tey brúka Landsverk sum byggiharra og lata stovninum ræðisrætt yvir
kontuni, sum eitt nú við Umbyggingini í Tinganesi.

Les alla frágreiðingina HER


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Her er kostnaðu­rin av at rudda í Víkarbyrgi
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Farmurin var sandur, grús og bátar
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
VIDEO: HANDAN KAMPIN VINNUR BILL MÓTI JOHAN
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Nýggur KÍ sangur útgivin (hoyr hann her)
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Eitt er neyðugt
GRANT takkar fyri "lands­liðsboð­ini"
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Jóannes Hansen hugleiðir "Fiskaaling 50 ár"
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Samrøða: Magni Mohr frá Fólka­heilsuráð­num, um heilsu sum heild í føroyum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Heðin Mortensen, um stress, motión og matvanar sum aktivur 74 ára gamal maður
Ymiskar sendingar
Samrøða: Rani Andrasson Skaalum, sum hevur megna at tapt seg og hildið vektina niðri
Nova
Samrøða: Bjarni Johansen og Jens Rói Sørensen um fótbóltin í Suðuroynni
Nova
Samrøða: Svein í Prestgarði, um avbjóðingar­nar, ið lívið sum tónleikari hevur við sær.
Nova
Samrøða: Kristin Michelsen, borgar­stjóri á Tvøroyri
Nova
Samrøða: Brynjer Johannesen, um rúsevnisvandan millum ung í dag
Nova
Samrøða: Finnbogi Danielsen um hvussu handilslívið í Suðuroynni er broytt seinastu árini
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (1) - 25. sept. 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nova
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
EvR
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Tróndheim 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Nýggjastu tíðindi