Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Samrøða: Magni Mohr frá Fólka­heilsuráð­num, um heilsu sum heild í føroyum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Heðin Mortensen, um stress, motión og matvanar sum aktivur 74 ára gamal maður
Ymiskar sendingar
Samrøða: Rani Andrasson Skaalum, sum hevur megna at tapt seg og hildið vektina niðri
Nova
Samrøða: Bjarni Johansen og Jens Rói Sørensen um fótbóltin í Suðuroynni
Nova
Samrøða: Svein í Prestgarði, um avbjóðingar­nar, ið lívið sum tónleikari hevur við sær.
Nova
Samrøða: Kristin Michelsen, borgar­stjóri á Tvøroyri
Nova
Samrøða: Brynjer Johannesen, um rúsevnisvandan millum ung í dag
Nova
Samrøða: Finnbogi Danielsen um hvussu handilslívið í Suðuroynni er broytt seinastu árini
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (1) - 25. sept. 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nova
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
EvR
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Tróndheim 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Lýsing

Arnleyg og Marita taka sær av koronasjúklingum

Innanlands | 10/09-2020 13:00

Hóast tær hava ein gerandisdag, har smittuverja fyllir nógv, kennir tær seg tryggjar. Í grundini er tað ikki annarleiðis enn at arbeiða við øðrum isolatiónssjúklingum.

Báðar starvast tær vanliga sum sjúkrarøktarfrøðingar á K3 á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men hava seinastu dagarnar dagliga tikið vaktir á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Í dag hevur verið nógv um at vera, tí deildin hevur fingið fleiri sjúklingar inn, har sjúkueyðkenni geva illgruna um koronasmittu. Tá verða sjúklingarnir kannaðir og skulu vera á deildini til svar er komið. Er svarið negativt, verður sjúklingurin fluttur á aðra deild, men er tað positivt fyri COVID-19, verður hann innlagdur á koronadeildina til viðgerð.

Arnleyg helt tað vera spennandi at royna okkurt nýtt, hóast fakligu uppgávurnar eru tær somu sum við sjúklingum á øðrum deildum.

Hon heldur, at fyrireiking og smittuverja er tað sum fyllur mest í gerandisdegnum á koronadeildini, og greiðir frá, at tá ein teirra skal inn til ein sjúkling, er neyðugt at fyrireika seg væl frammanundan, tí ikki ber til at fara út aftur úr stovuni, um man eitt nú hevur gloymt okkurt. Verndarútgerð, sum maska, visir, handskar og svinta, skal sita sum tað eigur, innan farið verður inn til sjúklingin, og tá skal hin altíð standa klár uttanfyri at taka ímóti ella heinta eitthvørt, sum tørvur er á inni á stovuni. Neyðugt er tí við neyvum samstarvi, har onnur altíð veit hvat hin ger.

Marita hevur eisini valt at taka vaktir á koronadeildini, tí hon vildi royna seg á økinum. Hon heldur, at hon gjørdist fakliga forvitin eftir at vita, hvussu tað er at arbeiða á eini koronadeild, tí evnið hevur verið áhaldandi í miðlunum í longri tíð.

Spurd um hon gjørdi sær nakrar tankar um vandan fyri sjálv at blíva smittað, játtar hon. “Sjálvandi hugsaði eg um tað áðrenn eg byrjaði, bæði um eg óvarandi kundi smitta onnur, og um eg kundi blíva líka sjúk, sum nakrir av sjúklingunum gerast. Eg eri jú ikki bert sjúkrarøktarfrøðingur, men eisini mamma.“

Hon greiðir frá, at nú hon hevur fingið ein gerandisdag á deildini har smittuverja fyllir nógv, kennir hon seg púra tryggja og hugsar ikki stórvegis um tað longur. Í grundini er tað ikki annarleiðis enn at arbeiða við øðrum isolatiónssjúklingum, leggur hon afturat.

Tað sum tó er eitt sindur øðrvísi við at arbeiða á Landssjúkrahúsinum er, at arbeiðsplássið er størri og hevur fleiri læknar og nógv nýggj andlit eru at fyrihalda seg til.

Gerandisdagurin á koronadeildini

Koronadeildin er í løtuni staðsett á A3 omanfyri føðideildina. Men onnur hølir eru skjótt klár uttanfyri høvuðsbygningin hjá Landssjúkrahúsinum, har væntandi verður flutt inn um miðjan september.

Á deildini eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar til arbeiðis á hvørjari vakt, umframt ein deildarleiðari og ein samskipari í dagtímunum.

Arbeiðsuppgávurnar snúgva seg í høvuðsheitinum at viðgera og røkta sjúklingar við illgruna um smittu og smittaðar sjúklingar, sum vera innlagdir við sjúkueyðkennum.
Arbeiðið er skipað við undirvísing og føstum mannagongdum fyri at tryggja høgt fakligt støði.

Tað er ymiskt hvussu sjúklingarnir eru fyri, tá teir koma inn á deildina, men teir hava ofta trupult við at anda.
Týðandi er við tvørfakligum samstarvi við bæði lækna og fysioterapeutar, eins og at upplýsa sjúklingin um sjúkuna og viðgerðina hann fær.
Harumframt er ein uppgáva eisini at hava tey avvarðandi við í samskiftinum um sjúklingagongdina, tí teirra samband til sjúklingin er avmarkað til samrøður umvegis telefon. 

Starvsfólkini verða javnan kannaði fyri koronasmittu av trygdarávum, men gerandisdagurin uttanfyri arbeiðstíð er ikki ávirkaður av, at tey arbeiða á eini koronadeild. Sostatt eru ikki fleiri mørk sett fyri starvsfólkunum enn almennu tilmælini um frástøðu og reinføri, sum eru galdandi fyri okkum øll.

Arnleyg og Marita greiða frá, at sjúklingarnir kunnu kenna seg einsamallar, tí teir onga vitjan fáa. Tí er eisini týðandi, at teir ikki einans fáa viðgerð sum lungnasjúklingar, men at atlit verða tikin til bæði teirra fysisku og psykisku støðu.
Onkur sjúklingur kann vera eitt sindur stúrin um sína sjúklingagongd, og tá er týðandi, at sjúkrarøktarfrøðingarnar kunnu ugga og vísa á glottar í støðuni.

Tær hava báðar upplivað, at sjúklingar hava sett orð á, hvussu takksamir teir eru fyri hjálpina deildin veitir. Tað fegnast tær sjálvsagt um, hóast tær halda, at starvsfólkini bert gera sítt arbeiði.

Í samband við at nýggja deildin letur upp, verður í løtuni søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum til tilbúgvingina á koronadeildini.

Tað skrivar LS.fo 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Her er kostnaðu­rin av at rudda í Víkarbyrgi
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
Farmurin var sandur, grús og bátar
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
VIDEO: HANDAN KAMPIN VINNUR BILL MÓTI JOHAN
Lækni í Eystur­kommunu
Reiðari stillar upp á lista B
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nýggi Borgaralistin heldur almennan uppstillingarfund
Nú kemur Hannah Arendt í øllum førum til Føroyar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Nýggur KÍ sangur útgivin (hoyr hann her)
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Norröna fær áleið 50 kabinur aftrat
Heldur rakt av einum meteori enn at Trump verður aftur valdur forseti
Teir hava uppiborið sítt serliga pláss, sum eitt slag av tøkk fyri leiklutin
Eitt er neyðugt
GRANT takkar fyri "lands­liðsboð­ini"
Petur Hans Dahl, veðurfrøð­ingur: Veðurvá­nir fyri hesa vikuna (vika 39)
Jóannes Hansen hugleiðir "Fiskaaling 50 ár"
Føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni 40 ár
Borgarliga kumpassin má rættast og nýggj kós setast
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
Samrøða: Magni Mohr frá Fólka­heilsuráð­num, um heilsu sum heild í føroyum
Ymiskar sendingar
Samrøða: Heðin Mortensen, um stress, motión og matvanar sum aktivur 74 ára gamal maður
Ymiskar sendingar
Samrøða: Rani Andrasson Skaalum, sum hevur megna at tapt seg og hildið vektina niðri
Nova
Samrøða: Bjarni Johansen og Jens Rói Sørensen um fótbóltin í Suðuroynni
Nova
Samrøða: Svein í Prestgarði, um avbjóðingar­nar, ið lívið sum tónleikari hevur við sær.
Nova
Samrøða: Kristin Michelsen, borgar­stjóri á Tvøroyri
Nova
Samrøða: Brynjer Johannesen, um rúsevnisvandan millum ung í dag
Nova
Samrøða: Finnbogi Danielsen um hvussu handilslívið í Suðuroynni er broytt seinastu árini
Nova
Samrøða: Dennis Holm, borgar­stjóri í Vági
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 1. partur
Ymiskar sendingar
Heilsusendingin Puls (1) - 25. sept. 2020
Andøvsløtan
Samrøða: Magnus Rasmussen og Jørgen Niclasen um fíggjar­lóg­ina 2021
Nova
NOVA úr Suðuroynni (49) - 23. sept. 2020
EvR
Á Torginum 22. sept. 2020 - Samrøða: Jóna og Jóannis Skorheim
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Heri Tróndheim 1. partur
Vespureiðrið
Vespureiðrið (152) - 21. sept. 2020
EvR
Kelduvaðið 20. sept. 2020: Poul Johan Djurhuus "Titus og evangeliið" - Orðið: Upplestur úr sálma 63
Andøvsløtan
Træplanting í stórum vavi kundi mótvirka CO2 útláti heimsins
Andøvsløtan
Svenski forsætis­ráð­har­rin Løfven leypur á tilfluttar brotsmenn
Andøvsløtan
Lógarin­nar langi armur: Bróðir Manchester bumbaran dømdur
Nýggjastu tíðindi