Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Annika Olsen: Heilsan til føroyskar veteranar

Innanlands | 18/09-2020 09:00

Flestu okkara kenna ikki til annað enn tryggu Føroyar og vinarligu grannalondini um okkara leiðir. Her er friður og størsta órógvið í gerandisdegnum er nógva bilferðslan um morgnarnar, vespur í býnum summarhálvuna og glerstoyttir vegir um veturin.

Fyri flestu fólk er tankin um kríggj og ófrið ógvuliga fjarur. Tey hava ongantíð og fara vónandi ongantíð at kenna óttan og pínuna, sum kríggj ber við sær.

Vit vita, at kríggj kann geva álvarsliga mein. Men tey fæstu vita - og enn færri geva sær far um – at hermenn bera løstirnar frá krígnum víðari við sær á leiðini. Eisini tá ið teir eru aftur í tryggu Føroyum.

Tað er trupult og kanska ógjørligt at ímynda sær teir sálarligu eftirskjálvtar, sum veteranarnir liva við. Men skjálvtin er har - hvønn dag.

Vit hava ikki verið von at tosa so nógv um tað. Men nú skal hetta broytast. Nú skulu vit tosa.

Tí eru tit øll her í dag til hesa hátíðar- og hugnaløtu.

Vit hava hoyrt og lisið um, at tit hava verið við til at givið ræðsluslignum fólkum við ongum rættindum eina tryggari og eisini bjartari framtíð.

Hesi fólkini, sum hava livað í armóð, hava verið takksom fyri tykkara megnar arbeiði.

Nú er tíðin komin til, at vit í Føroyum eisini geva tykkum tað, sum krígsherjaðu borgararnir góvu tykkum á hermótinum – eina hjartans tøkk.

Tykkara lutur hevur gjørt okkara part av heiminum til tryggasta staðið á jørð og eitt gott stað hjá okkara børnum at vaksa upp. Hetta skulu tit hava eina tøkk fyri, og tað skulu tykkara avvarðandi og kæru eisini hava.

Kríggj ávirkar tey, sum hava verið í kríggi, og tað ávirkar tey avvarðandi.

Tað eru hend framstig. Tað er eitt nú gott, at ein faldari er framleiddur til tykkum. Nógvir royndir hermenn eru í Føroyum, og tí er bæði neyðugt við kunning til tykkum og við kunning um tykkum. Vónandi kann hetta hjálpa øllum, sum hava tørv á at tosa við onnur.

Sárini, sum nógvir hermenn hava, tey kunnu grøðast, men hjá summum skal ikki so nógv til, at sárini aftur gerast sjónlig. Tí er tað umráðandi at heiðra tykkum, at bera tykkum eina hjartans tøkk og minnast tað lógvatak, sum tit hava tikið.

Føroyar hava ikki havt nakra siðvenju, at almennu Føroyar viðurkenna tað arbeiði, sum føroyskir krígsveteranar gera í altjóða krígstænastu.

Sjálv setti eg ein § 52a fyrispurning um føroyskar krígsveteranar í 2016. Eg vildi hava greiði á, um føroyskir krígsveteranar duttu niður ímillum í skipanini, tí eingin samstarvsavtala var við føroyskar myndugleikar. Tá vísti ein kanning, at eisini føroyskir krígsveteranar hava avbjóðingar og sálarligt órógv langt aftaná tíðina á hermótum.

Eg vildi hava táverandi løgmann at svara, hvørji stig Føroya Landsstýri ætlaði at taka til tess at hjálpa føroyskum krígsveteranum. Samstundis saknaði eg eina almenna viðurkenning, og eg vildi vita, hvat kundi gerast fyri at Føroya Landsstýri kundi taka stig til eina slíka fyri arbeiðið, sum føroyskir krígsveteranar gera í altjóða krígstænastu.

At fara í kríggj og at vera í krígsøkjum leggur eitt ómetaliga stórt trýst á eitt menniskja. Stórur vandi er fyri likamligum og sálarligum avbjóðingum. Nógvir krígsveteranar bera løstirnar innaní. Hetta ávirkar ikki bara tann einstaka persónin, ið hevur verið í kríggi, men alla familjuna, og tí er hetta eitt mál, ið eigur at verða tikið í størsta álvara.

Føroyskir hermenn skulu fáa neyðugu hjálpina, tá ið teir koma heimaftur. Og hóast nógv ár eru farin síðani krígshendingarnar, so skal hjálpandi hondin altíð vera tøk hjá tykkum.

I dag heilsa vit føroyskum veteranum. Vit gera tað í takksemi, og vit gera tað fyri betri at skilja tykkum. Tit hava verið úti í heimi, har neyðin er størst, og har størsta ynski hjá fólki hevur verið friður og tryggleiki.

Henda løtan er eitt høvi hjá okkum at bera tykkum eina tøkk fyri tykkara lut í stríðnum fyri at tryggja frið.

Annika Olsen á facebook-vanga sínum 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi