GUNNAR DJURHUUS STILLAR UPP TIL KOMMUNUVALIÐ
Hoyvíkingurin Gunnar Djurhuus bjóðar seg nú fram á lista E til kommunuvalið í Tórshavnar Kommunu.
Hann er uppvaksin sum bygdamaður í Hoyvík. Hann hevur fjølbroyttar starvsroyndir og hevur eitt nú havt egið virki og starvast við at kanna umhvørvið hjá alibrúkum. Eisini hevur hann arbeitt á Havlívfrøðiligu royndarstøðini Biofar og hjá Farpack sum sølustjóri. Útbúgvin sum vinnukavari, innan HD, hevur dugnaskapsroynd í sigling og er Master í broytingarleiðslu. Hann starvast nú sum økissamskipari í Tórshavnar Kommunu, har uppgávan er at samskipa og samstarva við staðbundnu nevndirnar í bygdunum í kommununi, soleiðis at ítøkilig mál og átøk verða loyst fyri trivnaðin og umstøðurnar hjá fólki á staðnum.
Gunnar er ein drívandi megi aftanfyri hondbóltsfelagið H71 fyri at skapa trivnað og møguleikar í nærumhvørvinum hjá øllum teimum, ið seta búgv í Hoyvík. Hann hevur verið virkin í H71 og var ein av stigtakarunum at fáa Hoyvíkshøllina bygda og at fáa stuðulsfelag sett á stovn. Málið var at gera felagið og høllina til karm um ein felagsskap, har børn, foreldur, ommur, abbar og øll, sum vilja taka lut, kenna seg væl og fáa góðar felags upplivingar og sosiala samveru í gerandisdegnum.
Hann hevur somuleiðis verið virkin í Hondbóltssambandinum sum ungdómsvenjari og stigtakari til at fáa ungdómslandsliðini út í heim at spæla og menna seg. Harafturat var Gunnar ein av stigtakarunum til at fáa Føroya Sjósavn sett á stovn og er framvegis limur í stýrinum.
Tað skrivar facebook-vangin hjá Tjóðveldi.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur