Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Aldursmarkið má avtakast – um vit skulu tosað um eitt Demensvinarlig samfelag

Politikkur | 25/09-2020 11:00

Tá eldraøkið í 2015 varð lagt út, fingu  kommunurnar ábyrgd av teim, ið eru 67ár og eldri. 
Almannaverkið ábyrgdina av stuðultænastuni til teirra millum 18-66 ár. 
Nógvar kommunur hava lagt stóra orku í, at veita tænastur í mun til tørvin. 
Verri stendur til við tilboðum á hesum øki, ið Almannamálaráðið hevur ábyrgd av. Tað er tíanverri ”sjón fyri søgn”
Fyri nøkrum árum síðan, sá ein verkætlan “Demensur í Føroyum – nú og í framtíðini”, dagsins ljós. Hendan verkætlanin var gjørd af fakfólki, sum starvaðust bæði innan primeru og sekunderu heuilsutænastuna í Føroyum. 
Í fororðinum til hesa ætlan, verður m.a. sagt:
“Komandi árini  verður demens sjúkurnar ein avbjóðing fyri samfelagið, tí framskrivingar av hagtølum vísa, at tað verða væl fleiri føroyingar við demens sjúku, enn tað eru í dag. Avbjóðingin liggur í, at fáa politisku skipanina, fakfólk og avvarðandi at taka felags tøk á somu leið, soleiðis, at skapast kunnu tey neyðugu korini fyri hesi fólk, ið rakt verða.
Loksins í fororðinum til hesa verkætlan verður sagt “ Ein ætlan ger einki einsamøll, men krevur eisini ein vilja og eina megi til at seta í verk tey átøk, sum eru neyðug fyri at skapa bestu umstøður..”
Størsta forðingin fyri, at nakað munagott er hent fyri tey, ið eru yngri enn 67 ár, er aldursmarkið! Hetta mark ger, at hesi, ið rakt verða, ikki eru fevnd av tænastuni, ið kommunurnar veita – og tað er ein stórur trupuleiki, bæði fyri tann sjúka og avvarðandi hansara. 

Banka uppá – uttan úrslit
Fleiri dømi eru tíanverri um hvussu avvarðandi “banka uppá ein hurð fyri og aðra eftir” fyri at fáa nøktandi hjálp – uttan úrslit. Ja, konan var ikki 50, tá demens sjúkan gjørdi vart við seg – og skuldi tað ganga meir enn 10 ár, áðrenn ein nøktandi og virðilig hjálp var veitt teimum.
Eisini er dømi um persón yngri enn 67 ár(ikki fólkapensjónistur) sum í uml eitt ár var innlagdur á LS - eftir at viðkomandi var liðugt viðgjørdur. Orsøkin, fyri hesi óvirðuligu støðu viðkomandi var komin í, skyldaðist, at hann ikki hevði nátt pensjónsaldur, og sostatt fall uttanfyri reglurnar um upptøku til búpláss á ellis-og røktarheimum og eldrasambýlum hjá kommununum.

Í løgtingslóg nr. 19 frá 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður í § 14, stk 2 sagt: “Í serligum føri kann røktarheim ella eldrasambýli eisini hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn fólkapensjónisti”.

Hóast hesar lógarfestu ásetingar, so kemur tað, mær vitandi, næstan ikki fyri, at nakar sum ikki er fólkapensjónistur fær pláss á ellis-røktarheimi – uttan so, at Almannaverkið hevur játtað at gjalda fyri uppihaldið. Og tað er júst hetta – hvør skal gjalda – sum ger at skipanin er so stirvin og í mongum førum “ómenniskjalig” mótvegis teim, sum hava tørv og eru yngri enn 67 ár. Tað gest eitt stríð um pening, har tann demensrakti og avvarðandi hansara liggja í klemmu og mega gjalda prísin. Hetta er bæði óvirðiligt og ómenniskjaligt!

Politiski mynduleikin hevur í mong ár verið vitandi um hendan trupuleika og verður í Markamótaskjalinum, sum sá dagsins ljós 30. maj 2016 beinleiðis sagt um aldursmarkið:”Almannamálaráðið kannar, hvussu stuðulstænastan kann gerast óheft av aldrinum og hvørjar avleiðingar eru av hesum”. 

Endi má nú fáast á hesi ótolandi og mannminkandi støðu, sum so mong sjúk og avvarðandi teirra stríðast við hvønn einasta dag.

Míni ráð eru at ALDURSMARKIÐ MÁ AVTAKST SUM SKJÓTAST – og kommunurnar fáa hendan partin av stuðulstænastuni at umsita. Sjálvandi skulu tær so hava fulla afturbering frá landinum fyri hesa týðandi nýggju tænastau, tær tá koma at hava ábyrgd av.

Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verður m.a. sagt “Føroyar verða skipaðar sum eitt demensvinarligt samfelag”

Skal hesin setningur náðast, so má vilji nú vísast í verki. T.v.s. at neyðugur peningur til endamálið verður settur av á komandi fíggjarlóg!

Tordur J. Niclasen

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi