Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Lóg um Almannatrygd og tænastur høga raðfesting í fíggjarlógini

Innanlands, Politikkur, Tíðindaskriv | 30/09-2020 15:00

Millum tænasturnar, sum landsstýriskvinnan hevur raðfest, eru eisini serlig bútilboð til heimleys, víðkað endurvenjingartænasta, hækkað játtan til dagtilhald til fólk við demensi, eins og onnur bútilboð og virknistænastur.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur tryggjað sær fígging til nýggju almannalógina, sum varð einmælt samtykt í vár. Raðfestingarnar hjá landsstýriskvinnuni síggjast skilliga aftur á fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fram í dag.

Viðlíkahaldsvenjing er nýggj tænasta, sum Almannaverkið fær fígging til at fara undir. Fólk millum 18 ár og pensiónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku ikki fáa virkað til fulnar, kunnu fáa viðlíkahaldsvenjing.

Endamálið er at tryggja verandi virkisførleika og fyribyrgja og útseta, at virkisførleikin versnar. Soleiðis kann borgarin varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin ella klára seg uttan hjálp ella við minni hjálp frá Almannaverkinum.

Tvær milliónir eru settar av til endamálið í 2021, og ætlanin er, at tænastan verður útbygd sum frálíður.

Heimaráðgeving, uppsøkjandi arbeiði og samskipan verða styrkt. Higartil hava foreldur, sum hava børn við autismu, fingið heimaráðgeving. Nú verður henda skipan víðkað til øll foreldur at børnum, sum bera brek.

Almannaverkið fer eisini í størri mun enn higartil at kunna arbeiða uppsøkjandi og samskipa hjálp.

Játtanin til hesar tænastur verður hækkað við 2,1 mió. kr.

Millum tænasturnar, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hevur raðfest, eru eisini serlig bútilboð til heimleys, víðkað endurvenjingartænasta, hækkað játtan til dagtilhald til fólk við demensi, eins og onnur bútilboð og virknistænastur.

Lóg um almannatrygd og tænastur, sum løgtingið samtykti í vár, kemur í gildi 1. januar 2021.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fegnast um, at tænasturnar sambært lógini nú eru raðfestar í fíggjarlógini, soleiðis at nýggja almannalóggávan fer at virka.


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi