MYNDIR: Tað gingu einans 4 minuttir - evakueringin gekk framúrskarandi
Frá tí teir fóru inn við slanguni og til bæði børnini vóru úti, gingu einans 4 minuttir. Brandalarmurin á skúlanum fór í gongd. Alarmsentralurin í Tórshavn setti seg beinanvegin í samband við allar sløkkiliðsmenninir.
Í dag ( í gjár ) var brandvenjing í Tvøroyrar skúla. kl. 09:02 fór brandalarmurin á skúlanum í gongd. Alarmsentralurin í Tórshavn setti seg beinanvegin í samband við allar sløkkiliðsmenninir, har ímillum átaksleiðarin, Anfinn Leo.
Uml. Kl. 09:05 var átaksleiðarin í skúlagarðinum og tá vóru øll børnini og allir lærarir komin út. Átaksleiðarin sigur, at evakueringsætlanin gekk framúrskarandi væl og er hann sera væl nøgdur við hetta.
Kl. 09:23 stóð sløkkiliðsbilurin í skúlagarðinum og Tvøroyrar Sløkkilið fór í gongd við at leggja sløkkingarætlanina til rættis. Sambært upplýsingunum átaksleiðarin hevði fingið, vóru tvey børn eftir, ovast í skúlanum, har lívfrøðishølini eru – roykur sást eisini koma úr hesum hølum. Anfinn sigur, at samskiftið millum sløkkiliðsmenninir gekk serstakliga væl.
Frá tí teir fóru inn við slanguni og til bæði børn og starvsfólk vóru úti, gingu einans 4 minuttir.
Samanum tikið, ein sera væl eydnað brandroynd. Hóast her “bert” var talan um eina venjing, eru fleiri góð ting vit kunnu taka við í skjáttuna, sigur Anfinn Leo.
Eftirmeting var við skúlamyndugleikarnar aftaná og eisini harfrá vóru afturmeldingarnar sera góðar.
Tað skrivar tvoroyri.fo
Mest lisið í farnu viku

Kokkurin er færeyingur

Nú vit tosa um at javnstilla føroyskar borgarar

Eitt skúladømi um hvussu føroyskt bureaukrati riggar í løtuni

Is Fake News a Myth?

Fara nú á kalvaveiðu

Tunnilsgjald

Petur Oluf Hansen - pionerur

Samgonguskjalið er grundarlagið undir samgonguni

Amnesty vil hava “óavmarkađan altjóđa rætt til fosturtøku”

Ein brokkmanslestur.

Dúvugarðar

Vápn – broyttur praksis hjá politinum

Lívligt virksemi á Trongisvágsfirði

Er hetta elsta varðveitta føroyska trolið?

Viðmerking til lesarabræv hjá Jens Meinhard Rasmussen

Úr rúgvuni av avrikum hjá sitandi samgongu

Hvussu nógv virði hevur ein menniskja?

Stórur áhugi fyri ferðavinnuni í Nólsoy

Gransking: Soleiðis fáa Føroyar grønan streym í 2030

Rætturin til egna sannføring skal verjast - eisini í stríðnum ímóti diskriminatión!

Hestur aftur gloymd

Stroyming av jarðarferð 19. januar

HOLOCAUST MINNINGARHALD

City Church Tórshavn
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











