Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

ABC vikan 2020

Heilsa, Innanlands | 05/10-2020 11:00

Boðskapurin í ABC fyri sálarliga heilsu um at vera virkin saman um okkurt, sum vit tíma, kann vera avbjóðandi, nú nógv uppliva, at vit ikki

kunnu vera saman við so nógvum fólkum og møguliga er frítíðarvirksemi, sum hugbindur avlýst vegna korona. Tí kann tað vera torført at menna sálarligu heilsuna.

Tíbetur síggja vit, at vit duga væl at finna loysnir, sum bera til. Hóast vit ikki kunnu hava nakað tiltak; og tiltakið, sum plagar at vera

Altjóða sálarheilsudagin 10. oktober er eisini avlýst, fara vit fyri triðju ferð at skipa fyri ABC vikuni.

Vit fara á sosialu miðlunum, at seta spurningar sum t.d.:

Hvat ger teg glaða/n?

Nær gjørdi tú seinast okkurt nýtt?

Hvat gevur tær orku?

Tá ið vit seta okkum sjálvum ella øðrum tílíkar spurningar, kann tað seta nakrar tankar í gongd og vit taka okkum møguliga tíð til at seta orð á ella hugleiða um viðurskifti, sum vit annars ikki geva okkum far um. Soleiðis kunnu vit menna okkara sálarligu heilsu.

Okkurt filmsbrot verður eisini á skrá, har vit síggja, hvat skapar gleði og innihald í lívinum hjá føroyingum.

Vit fara eisini at seta spurningar, sum kunnu vera hugskot til at gera okkurt, sum kann skapa gleði bæði fyri okkum og onnur, spurningarnir

kunnu vera ein áminning um at gera okkurt gott, t.d.:

Hevur tú minst til at ringja til ommu tína?


Hevur tú fingið fríska luft í dag?


Hevur tú tikið rusk upp av vegnum í seinastuni?

Hetta, bæði fyri at skapa tilvit um, hvat hevur týdning fyri, at vit eru glað og gera okkum tilvitað um at gera meira av tí, sum okkum dámar og gera nakað gott fyri at stimbra sálarligu heilsuna hjá okkum sjálvum og øðrum.

Harafturat skipa vit fyri einari kapping á facebookvanganum hjá ABC fyri sálarliga heilsu. Fortel í orðum, myndum ella stuttum filmsbroti, hvussu tú hevur styrkt tína egnu sálarliga heilsu ella sálarligu heilsuna hjá øðrum og verð við í kappingini. Øll, sum luttaka, hava møguleika at vinna eitt gávukort á kr. 1.000 til bowling í Havn ella Leirvík. Koronatilmælini um frástøðu og reinføri skulu

sjálvandi haldast, drigið verður mánadagin 12. oktober 2020.

Fólkaheilsuráðið skipar fyri ABC vikuni, men tað eru ymiskir samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu, sum eisini varpa ljós á evnið, sí skrá á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum

http://www.folkaheilsa.fo/salarlig-heilsa/abc-vika 

Góða ABC viku


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi