Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
? / ??

Tom Moore byrjaði at savna £1000 pund, men endaði á £33 mió pund!

Andøvsløtan | 18/10-2020 10:00
Captain Tom Moore

Bretland var niðurlokað av krúnukrími, tá elligamli onglendingurin fekk tað hugskot ikki at gera sum hini og bara steingja seg inni og bíða eftir Corona at koma eftir sær og fría hann úr hesum heimi. Tað gjørdu flestir aðrir bretar.

Tom Moore bjóðaði fólki á netinum at stuðla sær við smærri pengagávum, sum hann royndi at savna við at ganga 100 ferðir longdina av sínum grasvølli.

Tað ljóðar ikki av so nógvum, men hesin Tom Moore var altso 99 ára gamal og so illa gongdur, at hann brúkar stativ til at flyta seg fet fyri fet.

Málið við innsavningini var at lata starvsfólki í NHS, bretska heilsuverkinum, tey £1000, hann setti sær fyri at savna aftur fyri teirra stóra avrik móti CV.

Í hesum føri birti lítli neistin hjá fv. bretska hermanninum stóran eld. So nógv fólk sóu stórt í ynski gamla mansins at gera væl, at peningur streymaði inn.

Eftir bert fáum vikum hevði Captain Moore savnað £ 33 mió pund (= 280 mió kr). Eisini høvdu glaðir gevarar o.o. fólk sent honum 125.000 takkarkort.

Peningurin er farin til alskyns ábøtur á trivnaðin hjá starvsfólkum í NHS og sjúkum, við øllum hentleikum frá automatum við góðgæti og leskidrykkum til røktarútgerð, ja enntá teldur og snildfonir, so Corona-sjúk kundu ringja og tosa við síni kæru, fleiri fyri at siga farvæl, áðrenn tey fóru í Harrans hendur.

Fleiri sjúkrahús gjørdu av í samráð við sjúklingar at útvega ymsa útgerð, ið tey vóru samd um kom øllum væl við. Nýggir tekøkar er keyptir manga staðni, har strævið var at gera ein drekkamunn ella hita pizzu o.a. leskimeti.

Fleiri 100 bretsk sjúkrahús, 1000-tals sjúk og ovbyrðað starvsfólk siga takk.

Tað var ikki síðsta takkin, ið Captain Tom Moore fekk. Tá hann fylti 100 stutt eftir gonguteinin 100 grasvallarlongdir í havanum heima í Marston Moretaine í Bedfordshire í Onglandi, fekk gamli at vita, at Elizabeth bretadrotning II hevði heiðrað hann fyri vakra og gagnliga avrikið til NHS og sligið hann til riddara.

Nú eitur hann altso loyvi at brúka heiðursheitið Honorary Colonel, ella um hann vil Sir Tomas (Moore).


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
BRÁTÍÐINDI: FELAGSLISTIN Á Tvøroyri
LJÓÐBROT: Hann vil verða fyrsti sendimaður føroyinga í Ísrael
Nú skal Turkihúsið takast niður
Ein borgaralisti aftrat á Tvøroyri
Skálvíkingu­rin, Sigurd Christiansen verjir ph.d. á AU
Samrøða: Svein Rógvi Ljósstein um Fish Protein
Domptøru­rin og cirkusrossini
NOVA úr Suðuroynni (52) - 14. okt. 2020
Her er listi A til kommunuvalið á Sandi
Ben Shapiro flytir við virki og 70 starvs­fólkum úr sosialistiska California
Eyðfinn Johansen syngur við á brúnni​
MYNDARØÐ: Skorin sundur og flutt út á Skála
..." borgar­stjóramorð " náttina ímillum 10. og 11. november 2020 ?
Hondbóltur: Filip Jojic er úttikin til A-landsliðið
Vespureiðrið (156) - 19. okt. 2020
Skálavík: MYNDARØÐ: Gistingar­húsið á Mølini reist
Úr bandasavni­num: Samrøða við Eiler Jacobsen 4. partur
Hví rakar Wuhan-krím so hart døkkar sum hvítar bretar?
Tað ber illa til at geva korona skuldina fyri met stóra vøksturin
FBI tikið til rættarsókn yvir 5.000 BLM leiðarar fyri harðskap
Sámal Petur í Grund stillar upp
Samrøða: Jan Rasmussen, hjartalækni
Myndir: 50 ár síðani Logos (fyrr Umanak) bleiv keypt
Eystur­kommuna: 13 eru á Borgaralista­num
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi