Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ísraelska 2-flokkastjórnin verjir Netanyahu móti rættarmálinum

Andøvsløtan | 18/10-2020 14:30
Benny Gantz & Benjamin Netanyahu

Samgongan, sum teir báðir stóru flokkarnir í ísraelska Knesset, høgravendi Likud við Bibi Netanyahu á odda, og miðflokkurin Blái og Hvíti, sum Benny Gantz leiðir, hongur saman enn, hóast veljararnir væntaðu skjótt skrædl.

Tað var um páskatíð, at tað eftir 3 tjóðartingsval  innan eitt ár eydnaðist at fáa hesar annars ósamdu flokkar og menn at skipa eindarstjórnina í Jerusalem.

Ótaldar royndir at skipa stjórn hava bylgjað aftur í fram í mánaðir.

Serliga eru Bláu Hvítu veljararnir misnøgdir, tí 3 ferðir hevur Gantz í valstríði lovað sínum veljarum, at teirra miðflokkur fór ikki í samgongu við Likud, meðan Netanyahu var leiðari. Men tá ein ikki fær tann, ein elskar, má ein ....

Sum eitt damocles-svørð yvir høvdinum á Likud-leiðaranum hevur leingi hingið eitt rættarmál fyri mutur. Ta løtu, Netanyahu ikki longur hevur ábyrgd sum stjórnarleiðari, fellur øksin, og hann missir sítt órin og noyðist í rættin.

Um hald er í hesum skuldsetingum, vita vit ikki fyri vist, fyrrenn rættarmálið er lokið, og dómur feldur. Men ein partur av málinum snýr seg um, at Bibi og konan hava verið so fornem at keypa lidnan mat úr býnum, hóast tey sum forsætisráðharrahjún hava alment løntan kokk heima í køkinum.

Men tað er fyrr komið fyri, at ísraelskir topp-politikarar eru dømdir fyri slíkt.

Nýggja stjórnin fyri tjóðarsemju av 2 javnstórum flokkum hevur ikki færri enn 36 ráðharrar, sum flokkarnir hava býtt so kristiliga sínámillum.

Tað spennandi er, at floksformenninir hava samst um at býta tíðina sum forsætisráðharrar líka javnt ímillum sín. Netanyahu hevur tikið fyrstu 18 mánaðirnar sum stjórnarleiðari.  

Tá eitt gott ár er farið, t.e. næsta heyst, eigur Benny Gantz fyrsta pláss í samgonguni og stjórnini, og Netanyahu má víkja sítt sæti. Kanska verður tá høvi hjá ísraelsku rættarskipanini at koyra Netanyahu í kvørnina.

Hin vegin vita vit, at Likud-leiðarin er listilærdur politiskur telvari og krútsterkur strategur. Nøkur av onkrum hava snevilin av, at Bibi roynir at keypa sær tíð hetta komandi árið. (‘Kommer tid, kommer råd’, plaga danir at siga). Kanska fær hann okkurt høvi til at sleppa av krókinum og at útskriva val áðrenn tíð.


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi