Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Teir hava dirvi at traðka í fótafarið hjá James Bond

Mentan | 28/10-2020 10:00

Av tveimum orsøkum eru vit so ovurhondsfegin í Filmsfelagnum, at vit hava sett ein spildurnýggjan film á vetrarskránna.

Fyrra orsøkin er, at besti norðurlendski filmur, ”Barn”, sum vit hóast koronostongsil vístu í ár, veruliga fekk stóru norðurlendsku filmsvirðislønina sum hin besti í ár.

Seinna orsøkin er, at ein spildurnýggjur og púra ókendur danskur filmur hevur dirvið at fara heilt fram til tómu bilettlúkuna í biografinum, júst tá James Bond skuldi havt staðið har og verið sýndur fyri fullum húsum her og í øllum heiminum. Men hann rýmdi við halum millum beinini og sæst ikki á okkara leiðum aftur fyrr enn hann várar.

Í felag hava vit tí gjørt av, at hóskvøldið 19. november klokkan 20 fara vit at vísa ”Refærdighedens ryttere” hjá Anders Thomas Jensen. Hann hevur fyrr gjørt ”Blinkende lygter”, har ein leiklutur var kriminelli innkrevjarin ”færingen”, og so hin djúpt skemtiliga religiøsa kirkjufilmin ”Adams æbler”.

Í nýggja filminum, ”Retfærdighedens ryttere”, sum vit nú fara at vísa, síggja vit stjørnurnar Mads Mikkelsen, Nikolaj Lie Kaas, Lars Brygmann og Nicolas Bro.

Í filminum er Markus útsendur hermaður, ið noyðist heim til ungu dóttrina Mathildu, tá mamman doyr í syndarligari tokvanlukku. Ikki gerst nógv við tilvildarligar vanlukkur, til roknimeistarin Otto kemur upp í leikin, og hevur lagsbrøðurnar Lennart og Emmenthaler við sær.

Otto, sum sjálvur sat í ólukku tokinum, er sannførdur um, at onkur er, ið hevur skipað fyri hesum.

Meðan ábendingarnar hópa seg upp, gerst tað Markusi greitt, at kanska var tokvanlukkan ein væl fyriskipað drápsroynd, sum av tilvild krossaði farleiðina hjá konuni.

Nýggja komedian, tí tað er tað, hjá danska Anders Thomas Jensens er ein nútímans fábul um felagsskapin, tilvildina í alheiminum…og ja, um sjálva meiningina við lívinum.

Filmurin verður sýndur hóskvøld, dagin eftir franska ”Sandheden” við Catherine Deneuve og Juliette Binoche. ”Sandheden” (La Vérité) er fyrsti filmur, sum virðislønti japanski leikstjórin Hirokazu Koreeda hevur gjørt uttanfyri heimlandið.

Filmur: 19/11 kl 20:00 Retfærdighedens ryttere (Anders Thomas Jensen, Danmark 2020 113 min)


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi