Hevur gingið striltið at fáa 100-tals ‘klakt’ børn úr Ukraina
Ukraina er eitt av londunum, sum loyvir vinnuligari kleking av børnum til útflutnings. Í summar hevur stongsul og sóttarhald av Coronu ávum í ES og øðrum londum ført til, at tær 14 fyritøkurnar í Ukraina eru komnar í rasshaft, tí foreldur, ið hava bílagt klekingarbørn, hava ikki sloppið eftir teimum.
Føðistovur og gistingarhús í Ukraina hava tí í vár og summar stríðst við at hava tey 100-tals umbidnu, nýføddu børnini í tryggari varðveitslu, til biologisku og fosturforeldur teirra eru sloppin eftir teimum um landamørk.
Børn bíða vituliga ikki at verða fødd, men koma í heimin sum eftir klokkuni. Ukrainskar ‘klekingarmøður’ hava ikki ræði á børnunum, eftir at tey síggja dagsins ljós. Tá tekur heilsuverkið yvir og ansar børnunum eftir øllum kunstsins reglum, til teirra vónríku foreldur koma eftir teimum.
Hvørja ferð, sóttarhald og stongsul hava verðið innførd aftur eftir ein skáa, so er talið økt á børnum, sum bíða í Ukraina eftir at tey verða heintað.
-Fæst ikki tamarhald á krúnukríminum í heimsins ymsu londum, so foreldur at ‘klaktum’ børnum hava frítt at fara um stongd landamørk, so verður ikki talan um 100-, men 1000-tals børn, ið bíða á gistingarhúsum og klinikkum eftir at verða heintað av teim familjum, sigur Lyudmyla Denisova, ukrainsk umboðskvinna í mannarættindarmálum.
Sum sagt er ‘barnakleking’ ein blómandi vinna í Ukraina, har serliga 14 fyritøkur skipa fyri kleking av 4.000 børnum til útflutnings. Ein teirra er Bio TexCom, ið sigur seg hava viðskiftafólk í ymsum londum, t.m. USA, Italia, Spania, Bretlandi, Kina, Fraklandi, Rumenia, Eysturríki, Mexico og Portugal, sum í summar hava bíðað í tolni eftir at fáa síni børn.
Eitt ‘klakt’ barn úr Ukraina kostar um 30-40.000 evrur (250.000 kr), ið er helvt bíligari enn slíkt barn í Bretlandi og nógv minni enn í USA. Men ein ukrainsk klekingarmóðir fær bert nakrar fáar túsund krónur í sín part av hesi upphædd og kann bert føða 4 børn sum partur í hesi strangt reluleraðu vinnu í Ukraina.
Ukraina loyvir ikki samkyndum ella støkum lut í eini klekingaravtalu.
Mest lisið í farnu viku

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Villleiðandi KvF sending um fráflyting og fólkavøkstur

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Rætturin at verða gloymdur

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri

Hátíðarhald á Lambareiði

Kykir rekamenn

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Niðursetumenn á Morskranesi

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

City Church Tórshavn

Sjónband: Ein nýggj byrjan

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Trivnaðarsamskipari er settur

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021

Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin

Stongsul á Marknagilsvegnum vegna asfaltarbeiði

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











