Rwandiskur handilsmaður handtikin í París fyri fólkadráp
Franska løgreglan handtók herfyri tann nú 84 ára gamla rwandiska handils-mannin, Felicien Kabuga, í París. Hann er ákærdur fyri at hava fíggjað part av tí fólkadrápi í Rwanda í 1994, sum skakaði ikki bert Afrika, men heimin.
Kabuga búði í leigaðari íbúð í franska høvuðstaðnum, har hann varð funnin eftir áralanga leiting eftir honum í fleiri londum. Løgreglan sigur, at hann hevur búð í Asniere-sur-Seine uttan fyri París undir følskum samleika, hjálptur av børnum sínum at sleppa undan løgregluni í 26 ár.
Áðrenn sítt franska tilhald fjaldi Kabuga seg í Kenya, Týsklandi og Belgia.
Kabuga sigst hava verið ein av ríkastu monnum í Rwanda, tá hann var við til at seta í gongd og fíggja fólkadrápið, ið kostaði 800.000 fólkum, serliga av Tutsi stammuni, lívið. Hópdrápið varð útinnt mest við hond eftir fáum vikum.
Líkini flutu í hópatali eftir reyðum áum, meðan blóðbaðið fór fram í Rwanda.
Kabuga hevði eina útvarpsstøð har, og innihaldið í sendingum var mest til at øsa Hutu-meirilutan (90%) upp móti Tutsi-minnilutanum (bert 10%).
Tutsi-fólkið hevur annars klárað seg betur enn Hutu-fólkið búskaparliga og sosialt og hevði politiska ræðið í landinum hóast bert 1/10-partur av fólkinum, so øvundin hevur verið stór fólkabólkanna millum.
Kabuga verður ákærdur fyri hatursøsing og fyri at hava fíggjað blóðbaðið.
Tutsi-minnilutin kláraði at verja seg fram móti endanum, tá mannfallið øktist.
Tað, sum undraði mest, var kanska ikki júst talið á dripnum offrum, men hvussu stórt mannfallið kundi vera eftir so stuttari tíð, og uttan at stórvegis skotvápn vórðu brúkt.
Tey flestu morðini vórðu framd við sonevndum ‘machetum’, t.e. langir knívar ella smá svørð, ið vanliga verða brúkt til at skera akur av t.d. sukurrørum ella at høgga sær leið gjøgnum tjúkkan runnavøkstur og frumskóg.
Kabuga innflutti og rindaði fyri 100-túsundtals machetevápn, brúkt í krígnum.
Alt bendir á, at bølmennið fer fyri rættin í afrikanska landinum Tanzania, ákærdur fyri brotsverk móti mannaættini.
Mest lisið í farnu viku

AMALIEL KNUDSEN - skipari á flaggskipi føroyinga!

BORG er høvuðsstuðul hjá NSÍ

Villleiðandi KvF sending um fráflyting og fólkavøkstur

Stórur áhugi at byggja nýggja Húsarhaldsskúlan

Tillaging av prísum fyri vørubilar í Eysturoyartunlinum

Rætturin at verða gloymdur

INGÁLVUR - Ferðin inn í tað ókenda

Norrøna kom til Hirtshals í morgun í fagrasta veðri

Hátíðarhald á Lambareiði

Kykir rekamenn

Fimm spurningar til Jenis av Rana, landsstýrismann, um forfylgd kristin

Longsti sjókaðal, sum er lagdur til fóðurflakar í Føroyum

Meiri áhugavert at royna við lemmun enn at samtrola

Niðursetumenn á Morskranesi

1. mars er vaktin liðug og seinasta reseptin skrivað

City Church Tórshavn

Sjónband: Ein nýggj byrjan

Eysturoyar Sjálvstýrisfelag aðalfund

Nýggja Blá Kross búðin vitjan av kommununi

Trivnaðarsamskipari er settur

Skráin hjá IKTUS sjónvarp, sunnudag 28. februar 2021

Steypafinalur: Sørvingar vunnu vágadystin

Stongsul á Marknagilsvegnum vegna asfaltarbeiði

Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini
Samband
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv










Savnið




















Nýggjastu tíðindi











